Home » Entries posted by eo (Page 2)

Trolljegeren

Trolljegeren

Ummæli: Norski filmurin “Trolljegeren” letur sum um hann er ein álvarsamur dokumentarur, men hetta er bert fyri at speireka sítt umrøðuevni. Skirvisligu upptøkurnar og yvirnatúrliga huglagið minna ikki sørt um aðrar mokumentarar, so sum “The blair witch project” og “Cloverfield”. Í einum norskum bygdarlagi verða fleiri bjarnir funnar deyðar, og hyggjarin upplivir filmin gjøgnum myndatólið […]

Øðrvísi land

Øðrvísi land

Vit sótu øll so fitt og bíðaðu til Sylfest Lomheim, professari í máli, skuldi byrja sín fyrilestur, men har var ein trupulleiki; okkara vegleiðarar og lærarar vóru ov seinar, so hann byrjaði bara uttan tær. Ein eitt sindur annarleiðis byrjan uppá ein øðrvísi fyrilestur, hjá einum manni, ið møguliga ikki tóktist, sum fólk flest. Skil […]

Rithøvundamøti: Mette Karlsvik

Rithøvundamøti: Mette Karlsvik

“Naturens betydning i et forfatterskap”  var heitið á fyrilestri hjá Mette Karlsvik, sum bæði er rithøvundur, ritstjóri og journalistur. Økokritikkur er á breddanum á hesum skeiðnum, men hvat er økokritikkur? Í stuttum er tað eitt háttalag, ið verður brúkt at greina og tulka bókmentir. Í økokritikki verður hugt eftir, hvussu náttúran verður lýst. Lesarin tekur […]

Norsk fólkaævintýr

Norsk fólkaævintýr

Einaferð vóru tað tríggir brøður sum skuldu útvega pening. Elsti bróðurin, Per, var fyrstur út í skógina og skuldi høgga trø til at selja, men trøllið kom og vildi drepa hann, um hann høgdi úr skógini. Bangin misti Per øksina og rann ræddur heim. Næstur var miðlingurin, Poul, sum kom út fyri tí sama. Poul […]

Fordómar um HINI

Fordómar um HINI

Vit byrjaðu dagin við at vitja Interkulturelt Museum (IKM). IKM varpar ljós á tilflytarar í nýggjari tíð (tvs. frá 1960’unum). Saman við øllum teimum aktivitetum og listaframsýningum, ið eru í bygninginum, hevur bygningurin sjálvur sína egnu søgu at fortelja. Undir krígnum búðu týskarar í bygninginum og seinni hevur bygningurin verið nýttur sum ein politistøð. Í […]

Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Lesandi frá Námsvísindadeildini eru í hesum døgum á skeiðsdeplinum Voksenåsen beint uttan fyri Oslo á einum skeiði, sum leggur dent á burðardygd og náttúru við einum økokritiskum eyga á mentanina. Skeiðið verður hildið í samstarvi við “De nordiska pärlorna”, “Nordisk sprogkoordination” och “Svensk-norska samarbetsfonden”. Í ár verður á fyrsta sinni gjørd ein roynd við tvørfakligum […]

Veðurlagsbroytingar í Madeira

Veðurlagsbroytingar í Madeira

Oyggjar hava vanliga skiftandi veðurlag, og so er eisini á Madeira. Hóast tað, so hava tey lagt til merkis, at veðrið er við at broytast. Til dømis regnar nú meira teir mánaðir, tá tað ikki plagdi fyrr. Í apríl 2011 gjørdist tað eisini óvanliga kalt nakrar dagar: Uppi á oynni lá kavi, og niðri í […]

Hvussu gamal verður seyður?

Hvussu gamal verður seyður?

Heimsins elsti seyður er júst deyður. Hon búleikaðist á oynni Lewis í Hebridunum, nú hon datt oman og doyði. Hebridur, ella Suðuroyggjar, eru oyggjar úti í Atlantshavi, og er seyðahald eisini har ein týðandi vinnuvegur. Miðalaldurin hjá føroyskum áseyði man vera væl undir 10 ár, og sjáldan man nøkur ær sleppa at liva, til hon […]

Ein rimmar baldurstúrur út á Desertas Grande

Ein rimmar baldurstúrur út á Desertas Grande

Hvussu nógvir føroyingar munnu hava verið á Desertas oyggjunum? Enn halda vit, at vit eru teir einastu føroyingarnir, ið hava stigið fótin á land á oydnu oynni Desertas Grande, men sjálvandi vilja vit fegin frætta frá øðrum, ið hava verið har. Oyggjarnar síggjast frá Madeira, og tó hava sera fá av íbúgvunum verið har úti. […]

Hvalir

Hvalir

Av hvali eru fleiri sløg, sum eru heilt sjáldsom at síggja við Føroyar, tí at tey bert leggja leiðina framvið, á veg suðureftir ella norðureftir, í teirra natúrligu ørindum. Av hesum hava vit sæð sløg sum royð (Balaenoptera musculus), nebbafisk (Balaenoptera physalus), sildreka (Balaenoptera acutorostrata) og avgust (Physeter macrocephalus), sum sæst her millum oyggjarnar eins […]

Page 2 of 41234