Í hølunum á Henry fram við Levadarennuni

Hóast Madeira liggur mitt úti í Norðuratlantshavi, so er lutvíst trot á feskum vatni á suðursíðuni, serliga til alla avgrøðina ið kann vaksa her, um nóg mikið av vatni er tókt. Í Madeira eru ongar stórar áir, einans smáar áir og løkir, ið við ferð renna frá hálendinum, har tað regnar mest, oman á sjógv. […]
Stórfingin móttøka á Universitetinum í Madeira

So eru vit til reiðar at fara at heilsa uppá leiðsluna hjá Universitetinum í Madeira. Nú Lívfrøðilinjan á Føroya Læraraskúlanum er farin til Madeira at kanna bæði lívfrøði og skúlaskipan í Madeira, høvdu vit sett okkum í samband við universitetið í Madeira fyri at vita, um tey kundu greiða okkum eitt sindur frá um […]
Skordýr her heima og í Madeira

Skordýr er tann størsti djóra hópur sum er til. Hesin hópur av lítlum verum, fyllur heili 80 % av øllum livandi skepnum á jørðini. Umleið 1 millión sløg av skordýrum eru blivin skrásett í dag, og støðugt fleiri vera funnin, bæði í teimum heitu londunum og í okkara norðurlondum. Hildið er, at millum 2 – […]
Fuglar

Eygbering av fuglum er vorðin sera væl umtókt á Madeira, tí har er eitt ótal av frálíkum plássum og friðaðum økjum runt um á oyggjabólkunum. Madeira hevur eitt stórt úrval av land og sjófugli, 42 sum fáa avkom, edemisk sløg (sløg, sum bert eru á Madeira), Makaronesiske sløg, har nøkur einans finnast á Madeira. Hetta […]
Súgdjór í Føroyum og á Madeira

Súgdjór eru bæði á landi og havi og eru djór, sum anda við lungunum og føða avkomið við mjólk. Vit kenna fleiri av hesum djórum og hava tætt tilknýti til nøkur av teimum. Nøkur av súgdjórunum á Madeira eru tey somu sum í Føroyum, tó at tað eru ymisk sløg, og vísir hetta, at umhvørvið […]
Lindýr

Lindýr eru er ein bólkur av djórum, sum ikki hava liðir. Ofta eru tey bleyt og slímut. Vit kunnu t.d. nevnað sniglar, høgguslokkar og skeljadýr. Lindýr finnast sostatt bæði á landi og sjógvi. Tey lindýrini, sum vit oftast møta í Føroyum, munnu helst vera sniglar og maðkar. Her kunnu vit skoyta uppí, at vit enn […]
Fiskar á Madeira og í Føroyum

Føroyar, liggur so heppi fyri í norðuratlantshavinum, at vit hava norðurhavið og suðurhavið báðu megin okkum. Hetta skal skiljast, at vit liggja á einum fjallaryggi, sum spennir úr Skotlandi til Íslands. Tað kalda havið norðanfyri okkum og tað heita havið sunnanfyri okkum møtast og blandast við Føroyar. Hetta skapar sera góðan gróðrarbotn fyri okkara ríka […]
Landafrøði og jarðfrøði um Madeira

Madeira er í dag mest kend sum eitt subtropiskt paradís har vitjandi kunnu njóta tað støðuga góða veðri, og tann sera vakra vøksturin alt árið. Madeira er ein lítil oyggjabólkur. Bert ein lítil prikkur eins og Føroyar mitt úti í Atlantshavinum. Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko í Afrika. Hóast tað eru 1.000 km til […]
Veðrið á Madeira

Madeira hevur eitt subtropisk veðurlag, sum minnir nógv um veðurlagið á teimum Kanarisku Oyggjunum. Av tí at Madeira liggur í Atlantshavinum uttanfyri Marokko ger, at tað ikki er so stórur munur á teimum høgu hitastigunum, sum eru um summari og teimum lægstu hitastigunum, sum eru um veturin, tí er tað eitt milt og gott veðurlag […]
Veðrið í Føroyum

Í Føroyum kunnu vit skjótt blíva samd um, at veðrið er sera skiftandi. Tað einu løtuna kunnu vit hava sól og regn, logn og storm hvørt um annað. Tí mugu vit, sum búgva í Føroyum altíð klæða okkum í og laga okkum eftir veðrinum. Veðrið er ógvuliga óstøðugt, av tí at Føroyar liggja í norðuratlantiska […]