Føroyar og Madeira
Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, meðan Madeira liggur munandi longur suðuri, men eisini í Atlantshavi. Hvørjir eru munirnir av tí ymisku knattstøðuni?
Fólkatalið er eisini ymiskt á hesum báðum oyggjum, men tó ikki so nógv, at ikki kann roknast við, at fólkið á Madeira eisini hevur onkrar sermerktar arvaligar sjúkur.
Madeira og Føroyar:
Fjøllini í Madeira eru stórfingin og nøkur eru sera brøtt. Tað hægsta punktið á oynni liggur 1860 metrar yvir sjóvarmálanum. Hægsta fjallið í Føroyum er 882 metrar.
Bæði í Føroyum og á Madeira síggja vit, at oyggjarnar eru av vulkanskum uppruna.
Við fossum og áum á Madeira er nógv vatn á oynni og saman við hitalagnum og vatninum eru góðir møguleikar at dyrka bananir, sum verða dýrkaðar árið runt. Umframt bananir, verða eisini sukurrør og víndrúvur saman við øðrum, dyrkað fram við vegnum. Vit hava ikki somu møguleikar at dyrka í Føroyum, tí her er so kalt.
Navnið “Madeira” merkir træ og man sipa til at oyggin upprunaliga var skógarklødd. Trø vóru tá um mestsum alla oynna, og tí var ringt at búseta seg har. Tá teir portugisisku niðurseturmennirnir komu til oynna, var øll oyggin klødd við subtropiskum skógi, og skjótasti mátin at rudda skógin, var at brenna hann, so tað varð gjørt.
Á norðara parti av oynni er framvegis eitt sindur eftir av tí kenda ”laurisilva- skóginum” eftir. Laurisilvaskógurin er størsti og best vardi skógurin samanborið við skógir á øðrum atlantiskum oyggjum. Skógurin fyllir 20% av víddini á Madeira. Í Føroyum eru ikki nógv trø.
Oyggjarnar eru eisini kendar fyri vínið, ið er uppkallað eftir oyggjunum og eisini eitur Madeira. Harumframt er Madeira kent fyri sína baldýring og sjáldsama blómulív. Nýggjársaftan gera tey á Madeira serstakliga nógv burturúr, og sagt verður, at fýrverkið nýggjársaftan er tað størsta í heiminum.