Øðrvísi land

Vit sótu øll so fitt og bíðaðu til Sylfest Lomheim, professari í máli, skuldi byrja sín fyrilestur, men har var ein trupulleiki; okkara vegleiðarar og lærarar vóru ov seinar, so hann byrjaði bara uttan tær. Ein eitt sindur annarleiðis byrjan uppá ein øðrvísi fyrilestur, hjá einum manni, ið møguliga ikki tóktist, sum fólk flest.

Skil okkum rætt, tí hesin maðurin hevði grein í sínum máli, hann dugdi sera væl at fanga okkara huga og hann gandaði okkum áhoyrarar við sínum serliga – og ikki minst skemtiliga – retorikki.

Føroyar miðdepil

Evnið, ið hann legði fyri dagin, var um søguligu menningina av teimum norsku málunum. Hann setti nýnorskt og norskt bókmál upp í móti hvørjum øðrum og vísti sjáldsama greinandi á, hvussu samspælið millum hesi bæði málini, ið bæði eru viðurkend sum almen norsk mál, er.

Sjálvur er hann av norska vesturlandinum, og har var lítil ivi í, hvat av hesum málum hann hevði mest tokka til, sum hann sjálvur eisini segði. Hann greiddi frá, hvussu Noreg var eitt serstakt land á tí málsliga økinum, tí Noreg, sum tað einasta landið í Evropa og allarhelst í øllum Heiminum, hevði tvey alment viðurkend mál, sum høvuðsmál.

Sylfest Lomheim

Noreg hevur verið undir donskum harradømi í mong hundrað ár, og tað hevði so við sær, at tað norska málið var nærum – um ikki heilt – eins og tað danska. Hann nevndi, at tann norska bíblian ikki bleiv týdd til norskt fyrr enn í 1904. Við hesum vildi hann vísa á, hvussu ávirkað norskt var av donskum.

Teir menn, ið nokk hava havt størst týdning fyri norska málmenning, eru Ivar Aasen, ið er faðir at nýnorskum (landsmål), og Knud Knudsen, ið er faðir at norska bókamálinum (riksmål).

Ivar Aasen gekk alt Noreg upp og niður, við tí fyri eygað at savna tær ymisku dialektirnar saman og sostatt skapa eitt mál, ið hann kallaði landsmál, ið seinni bleiv til nýnorskt.

Knud Knudsen viðurgekk, at danskt hevði sera stórt ræði á tí norska málinum, at hansara ætlan var so líðandi at troka dansk úr tí norska skriftmálinum.

Hesir ymisku hættir høvdu síni viðhaldsfólk, og tað bleiv mangan tikið harliga til, tá hesi ymisku fólkini góvu sínar meiningar til kennar. Hvat og er og ikki, so hevur Noreg nú tvey almenn mál, og tað tykist sum um, at fólk eru blivin góð við bæði málini, tó at flest fólk velja bókamál framum nýnorskt.

At enda nam Sylfest við tað evnið, at normenn hava nógv at takka dønum fyri, tí uttan ”Dansketida”, so høvdu normenn neyvan havt tvey høvuðsmál í dag, og so slett ikki verið so ríkaðir av øllum teimum ymisku dialektunum. Men framtíðin má vísa, hvussu lagnan verður hjá nýnorskum og bókamáli, tí tey bæði málini eru nógv tættari hvør at øðrum í dag, enn fyri 200 árum síðan, so møguleiki er fyri, at normenn fáa eitt samnorskt mál einaferð frammi í tíðini.

#perlekurser

Source: Jógvan og Edvin