Lívfrøðilinjan á Føroya Læraraskúla 2011/12

Hetta er ein síða, ið lívfrøðilinjan 2011/2012 hevur gjørt og fer at halda við líka hetta komandi árið. Evnið er Atlantsoyggjar, og verður hetta evnið viðgjørt bæði í mun til náttúru, ílegur, vistfrøði og veðurlag. Eisini ymiskt annað lívfrøðiligt tilfar fer at vera at síggja her.

Vónandi kann henda síðan verða til gagns hjá føroyska fólkaskúlanum. Serliga vóna vit, at næmingar fara at brúka hesa síðu at nema sær kunnleika um bæði sítt egna umhvørvi, og um hvussu okkara náttúra og umhvørvi líkist og víkir frá oyggjum sum liggja longur suðuri.

Vit vilja takka okkara stuðlum ið hava gjørt hetta tiltak okkara gjørligt. Tit finna teir ymsa staðni á hesi heimasíðu.