Home » Archives by category » Alment

Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Lesandi frá Námsvísindadeildini eru í hesum døgum á skeiðsdeplinum Voksenåsen beint uttan fyri Oslo á einum skeiði, sum leggur dent á burðardygd og náttúru við einum økokritiskum eyga á mentanina. Skeiðið verður hildið í samstarvi við “De nordiska pärlorna”, “Nordisk sprogkoordination” och “Svensk-norska samarbetsfonden”. Í ár verður á fyrsta sinni gjørd ein roynd við tvørfakligum […]

Ein rimmar baldurstúrur út á Desertas Grande

Ein rimmar baldurstúrur út á Desertas Grande

Hvussu nógvir føroyingar munnu hava verið á Desertas oyggjunum? Enn halda vit, at vit eru teir einastu føroyingarnir, ið hava stigið fótin á land á oydnu oynni Desertas Grande, men sjálvandi vilja vit fegin frætta frá øðrum, ið hava verið har. Oyggjarnar síggjast frá Madeira, og tó hava sera fá av íbúgvunum verið har úti. […]

Í hølunum á Henry fram við Levadarennuni

Í hølunum á Henry fram við Levadarennuni

Hóast Madeira liggur mitt úti í Norðuratlantshavi, so er lutvíst trot á feskum vatni á suðursíðuni, serliga til alla avgrøðina ið kann vaksa her, um nóg mikið av vatni er tókt. Í Madeira eru ongar stórar áir, einans smáar áir og løkir, ið við ferð renna frá hálendinum, har tað regnar mest, oman á sjógv. […]

Stórfingin móttøka á Universitetinum í Madeira

Stórfingin móttøka á Universitetinum í Madeira

  So eru vit til reiðar at fara at heilsa uppá leiðsluna hjá Universitetinum í Madeira. Nú Lívfrøðilinjan á Føroya Læraraskúlanum er farin til Madeira at kanna bæði lívfrøði og skúlaskipan í Madeira, høvdu vit sett okkum í samband við universitetið í Madeira fyri at vita, um tey kundu greiða okkum eitt sindur frá um […]

Landafrøði og jarðfrøði um Madeira

Landafrøði og jarðfrøði um Madeira

Madeira er í dag mest kend sum eitt subtropiskt paradís har vitjandi kunnu njóta  tað støðuga góða veðri, og tann sera vakra vøksturin alt árið. Madeira er ein lítil oyggjabólkur. Bert ein lítil prikkur eins og Føroyar mitt úti í Atlantshavinum. Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko í Afrika. Hóast tað eru 1.000 km til […]

Sumt, men ikki alt, er bíligari á Madeira

Sumt, men ikki alt, er bíligari á Madeira

Føroyar og Madeira hava nøkulunda sama trupulleika við at liggja fjarskotnar, og tí kundi hugsast at innfluttar vørur eru dýrari í Madeira enn á meginlandinum. Vit hava kannað prísirnar fyri at fáa sær ein bita á kaffistovu í báðum oyggjabólkunum:

Tøl og fakta um Føroyar og Madeira

Tøl og fakta um Føroyar og Madeira

Føroyar og Madeira líkjast nógv á summum økjum, og eru sera ólík á øðrum økjum. Til dømis kann nevnast, at Føroyar eru munandi størri í vídd enn Madeira, men í Madeira búgva næstan 6 ferðir so nógv fólk – og tey búgva meira savnað, á 2 oyggjum, ístaðin fyri vit, sum eru spjadd á 17 […]

Handverk

Handverk

Madeira kent fyri síni baldýring, meðan Føroyar helst eru meira kendar fyri sínar bundnavørur. Tað var serliga í 1800 talinum at Madeira fór at útflyta baldýraðar vørur, og um sama mundið guldu føroyingar fyri handilsvøru við m.a. bundnavørum. Í dag er sita eru fyritøkur í Madeira, ið standa fyri søluni av baldýraðum vørum, ið kvinnur […]

Føroyar og Madeira

Føroyar og Madeira

Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, meðan Madeira liggur munandi longur suðuri, men eisini í Atlantshavi. Hvørjir eru munirnir av tí ymisku knattstøðuni? Fólkatalið er eisini ymiskt á hesum báðum oyggjum, men tó ikki so nógv, at ikki kann roknast við, at fólkið á Madeira eisini hevur onkrar sermerktar arvaligar sjúkur. Madeira og Føroyar: Fjøllini í Madeira […]