Stórfingin móttøka á Universitetinum í Madeira

 

So eru vit til reiðar at fara at heilsa uppá leiðsluna hjá Universitetinum í Madeira.
Nú Lívfrøðilinjan á Føroya Læraraskúlanum er farin til Madeira at kanna bæði lívfrøði og skúlaskipan í Madeira, høvdu vit sett okkum í samband við universitetið í Madeira fyri at vita, um tey kundu greiða okkum eitt sindur frá um teirra skipan. Ikki kann sigast annað, enn at vit vóru sera væl móttikin. Bæði rektarin Prof. Doutor José Manuel Nunes Castanheira da Costa og vararektarin Prof.Doutora Sandra Maria Freitas Mendonça, umframt skrivarin á altjóða skrivstovuni Paula Barreto Mendonça og leiðarin fyri ISOPlexis-Germbank Dr. Miguel A.A. Pinheiro de Carvalho tóku ímóti okkum í stásuligu hølunum, sum nú hýsir fyrisitingini hjá Universitetinum í Madeira, men sum áður hevur verið partur av Jesuitta-skipanini. Innbúgvið stavar partvís frá eysturríkska keistaranum.

So eru vit sett til háborðs hjá rektaranum.

Rektarin José Manuel Nunes Castanheira da Costa legði fyri við at greiða frá um skipanina í Madeira. Har vóru sera nógvar líkheitir við føroysk viðurskifti, men eisini vóru onkur viðurskifti ymisk. Til dømis eru tey eitt sera lítið universitet, og av tí var eisini trupult at hava tilboð um øll tey somu skeiðini sum fáast inni á meginlandinum. Hetta er júst tað sama sum í Føroyum. Eisini hava tey í Madeira lagt bæði lærara- og sjúkrarøktarfrøðingsútbúgvingina undir Universitetið. Hetta vóru annars tær “gomlu” útbúgvingarnar á Madeira, tí Universitetið er ungt, á leið javngamalt við Fróðskaparsetur Føroya.

Universitetið í Madeira er eitt úrslit av at Portugal gjørdist demokratiskt í 1974. Tað var bert eitt universitet í Portugal til 1910.

Ein stórur munur er tó, at universitetið í Madeira er tengt at miðsavnaðu innskrivingarskipanini í Portugal, og sostatt ber ikki hjá portugisum at søkja beinleiðis um at sleppa til Madeira at lesa – tey fáa tillutað hvar tey skulu lesa. Hetta hevði svarað til, at vit skuldu innskrivað okkum til donsk universitet – og hóast vit høvdu Fróðskaparsetrið sum fyrstu raðfesting, so var ikki víst at vit sluppu tað.

Vit greiddu nakað frá um føroysk viðurskifti, og semja var um, at nógv er tað sama. Eisini vórðu vit kunnað um samstarvið millum oyggjauniversitet, nevnt UNAMUNO, har nógv oyggjar í EU eru við, men eisini t.d. Prince Edward oyggjar.

Universitetið fekk nakrar bøkur frá okkum:

Pilot Whaling in the Faroe Islands, eftir Jóan Paula Joensen

Among the Islanders of the North. An Anthropology of the Faroe Islands, eftir Firouz Gaini

Baladas épicas feroesas, við føroyskum kvæðum, ið Mariano Gonzáles Campo týddi til spanskt

Harumframt fingu tey nøkur av nýggjastu Fróðskaparritum, umframt bóklingar um føroyskar plantur og fuglar.

Rektarin José og skrivarin Paula fegnast um føroysku bøkurnar.

Universitetið bjóðaði okkum síðani fyrst døgverða, og síðani gekk leiðin út í undirvísingar- og granskingarbygningarnar hjá Universitetinum, har lívfrøðideildin greiddi okkum frá um gransking innan vistfrøði í Madeira. Eftir hetta gekk leiðin at síggja starvsstovur og frægoymslur. Tey gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita fræ av ymsum staðbundnum sløgum.

Dr. Humberto Nóbrega vísir okkum frægoysmlur. Vit standa øll inni í kuldaskápi.

Sí fleiri myndir her.

 

Leave a Reply