Home » Archives by category » Voksenåsen

“Norðurlendska málið – í fortíð og nútíð”

“Norðurlendska málið – í fortíð og nútíð”

Fyrilestur við Arne Thorp Málið í norðurlondum í dag er deilt upp í tríggjar bólkar: Indoeuropeiska bólkin, uralska bólkin og eskimoiskaleutiska bólkin (mynd 1). Skandinaviska málið, herundir Svøríki, Danmark, Norra, Føroyar og Ísland, stavar frá germanskum. Finska málið stavar frá urgiskum og grønlendska málið stavar frá eskimoiskaleutiska bólkinum (mynd 1). Bólka vit skandinaviska málið í […]

Náttúrulýrikkur

Náttúrulýrikkur

Seinnapart hósdagin 5. oktober var fyrilestur á Voksenåsen um “Naturlyrikk”. Hans Kristian Rustad, ið er fyrstiamanuensis (lektari) í norðurlendskum bókmentum á universitetinum í Oslo, helt fyrilesturin, ið skuldi vara í góðar tveir tímar, við stuttum steðgi mitt í. Hans Kristian legði út við at greiða frá, hvussu náttúran sást aftur í lýrikki. Hvar eg’ið er […]

Listin í Vigelandsparken og á Ráðhúsinum

Listin í Vigelandsparken og á Ráðhúsinum

Eftir eina spennandi løtu á Holmenkollen, komu vit fram til Vigelandsparkina, ið er heimsins størsta høggmyndapark. Tað var sera forkunnugt at hoyra um Gustav Vigeland, ið er maðurin handan allar høggmyndirnar, ið prýða parkina. Har eru fleiri enn 200 høggmyndir. Tilfarið, ið høggmyndirnar eru evnaðar úr, er bronsa, granitt og smíðijarn. Hóast Gustav gjørdi nógv […]

Móti skóginum, órógv og tvístøður

Móti skóginum, órógv og tvístøður

– um framsýningina hjá Knausgård um Munch, við íblástri frá vitjan í Vigelandsparken Norsk mentan og søga skuldi verið rættiliga atkomilig hjá okkum, vit kvøða og syngja um norskar kongar, men kanska hava vit ikki fylgt nóg væl við í nýggjari norskari søgu. Ið hvussu so er, so vóru flestu okkara ikki vitandi um, hvussu […]

Holmenkollen – “byens beste utsikt”

Holmenkollen – “byens beste utsikt”

  Í samband við tvørfakliga námsferð eru føroysktlinjan og náttúru & tøkni linjan í hesum døgum á vitjan í Voksenaasen, sum liggur stutt uttanfyri Oslo. Fríggjadagin 6. oktober vóru vit í fagrasta veðri á rundferð á leikvøllinum ’Holmenkollen’. Dagurin var skipaður á tann hátt, at vit vitjaðu trý ymisk støð í Oslo hendan dagin. Aftaná […]

Øðrvísi land

Øðrvísi land

Vit sótu øll so fitt og bíðaðu til Sylfest Lomheim, professari í máli, skuldi byrja sín fyrilestur, men har var ein trupulleiki; okkara vegleiðarar og lærarar vóru ov seinar, so hann byrjaði bara uttan tær. Ein eitt sindur annarleiðis byrjan uppá ein øðrvísi fyrilestur, hjá einum manni, ið møguliga ikki tóktist, sum fólk flest. Skil […]

Rithøvundamøti: Mette Karlsvik

Rithøvundamøti: Mette Karlsvik

“Naturens betydning i et forfatterskap”  var heitið á fyrilestri hjá Mette Karlsvik, sum bæði er rithøvundur, ritstjóri og journalistur. Økokritikkur er á breddanum á hesum skeiðnum, men hvat er økokritikkur? Í stuttum er tað eitt háttalag, ið verður brúkt at greina og tulka bókmentir. Í økokritikki verður hugt eftir, hvussu náttúran verður lýst. Lesarin tekur […]

Norsk fólkaævintýr

Norsk fólkaævintýr

Einaferð vóru tað tríggir brøður sum skuldu útvega pening. Elsti bróðurin, Per, var fyrstur út í skógina og skuldi høgga trø til at selja, men trøllið kom og vildi drepa hann, um hann høgdi úr skógini. Bangin misti Per øksina og rann ræddur heim. Næstur var miðlingurin, Poul, sum kom út fyri tí sama. Poul […]

Fordómar um HINI

Fordómar um HINI

Vit byrjaðu dagin við at vitja Interkulturelt Museum (IKM). IKM varpar ljós á tilflytarar í nýggjari tíð (tvs. frá 1960’unum). Saman við øllum teimum aktivitetum og listaframsýningum, ið eru í bygninginum, hevur bygningurin sjálvur sína egnu søgu at fortelja. Undir krígnum búðu týskarar í bygninginum og seinni hevur bygningurin verið nýttur sum ein politistøð. Í […]

Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Lesandi frá Námsvísindadeildini eru í hesum døgum á skeiðsdeplinum Voksenåsen beint uttan fyri Oslo á einum skeiði, sum leggur dent á burðardygd og náttúru við einum økokritiskum eyga á mentanina. Skeiðið verður hildið í samstarvi við “De nordiska pärlorna”, “Nordisk sprogkoordination” och “Svensk-norska samarbetsfonden”. Í ár verður á fyrsta sinni gjørd ein roynd við tvørfakligum […]