Økokritiskt eyga á mentan og náttúru

Anne Floren

Lesandi frá Námsvísindadeildini eru í hesum døgum á skeiðsdeplinum Voksenåsen beint uttan fyri Oslo á einum skeiði, sum leggur dent á burðardygd og náttúru við einum økokritiskum eyga á mentanina. Skeiðið verður hildið í samstarvi við “De nordiska pärlorna”, “Nordisk sprogkoordination” och “Svensk-norska samarbetsfonden”.

Í ár verður á fyrsta sinni gjørd ein roynd við tvørfakligum samstarvi millum tvær linjur, nevniliga føroyskt og náttúra & tøkni. Arbeitt verður bæði hvør sær, og við felags fyrilestrum fyri báðar linjurnar. Felagsøkið hjá báðum linjunum er økokritikkur og burðardygd.

Skeiðið á Voksenåsen snýr seg um nýnorskt og bókmál og um náttúruna í skaldskapi og filmi. Hetta eru alt sera viðkomandi evni í føroyskum høpi, tí líkskapurin er stórur, og norskar lærubøkur vera í stóran brúktar í læraraútbúgvingini.

Anne Floren, programmstjóri á Voksenåsen, hevur lagt eina framúr spennandi skrá til rættis, við fyrilestrum frá kendum akademiskum serfrøðingum og rithøvundum, filmssýningum og savnsvitjanum. Við á ferðini eru 26 lesandi og 2 undirvísarar úr Føroyum.

Sylfest Lomheim

Tá Anne Floren bjóðaði føroyska hópinum vælkomnum, nýtti hon høvið eisini at greiða frá um staðið. Voksenåsen er ein gáva frá norska fólkinum til svenska fólkið sum tøkk fyri humaniteru hjálpina, sum sviar veittu norðmonnum undir seinna heimsbardaga. Sviar lótu bæði matvørur, barnapakkar fyri ikki um at tala ta tiltiknu svensku súpanina, sum var latin eldri fólkum og barnafamiljum.

Í sambandi við skeiðið á Voksenåsen verður ferðafrásøgn skrivað her á síðuni. Greitt verður frá savnsvitjanum, filmssýningum, umframt at stuttir samandráttir úr fyrilestrunum verða at lesa.

#perlekurser

Marit Spurkland
Source: Erla