Náttúrulýrikkur

Hans Kristian Rustad

Seinnapart hósdagin 5. oktober var fyrilestur á Voksenåsen um “Naturlyrikk”. Hans Kristian Rustad, ið er fyrstiamanuensis (lektari) í norðurlendskum bókmentum á universitetinum í Oslo, helt fyrilesturin, ið skuldi vara í góðar tveir tímar, við stuttum steðgi mitt í.

Hans Kristian legði út við at greiða frá, hvussu náttúran sást aftur í lýrikki. Hvar eg’ið er í náttúruni. Hvønn leiklut landafrøði hevur í lýrikki og tað vertikala og tað horisontala í økokritikki.

Danska náttúran er mjúk og feminin, meðan norska náttúran er hørð og maskulin. Og hetta sæst aftur í skaldskapinum. Høg fjøll og djúpir dalar merkja norskan skaldskap.

“Vit liva í náttúruni, við náttúruni og treytaði av náttúruni,” segði Hans Kristian.

Frá ár 700 til ár 1380 var ikki nógvur náttúrulýrikkur. Skaldskapurin snúði seg heldur um hetjur, gudar og skaldayrkingar (krønikur).

Frá ár 1380 til ár 1500 var Noreg partur av Danmark. Vit hava fólkavísur sum høvuðsskaldskap, men eisini seinbarok yrkingar, so sum Nordlands trompet hjá Peter Dass, Paa Skakastølstinden og Eivindvig hjá Henrik Hergeland, x hjá Johan Sebastian Welhaven og Brudefærden hjá P. Andreas Munch.

Brudefærden

Yrkingin um brúðarferðina var skrivað útfrá málninginum hjá Tidemand og Gude, Brudefærden i Hardanger. Hetta var í 1848, tá nationalromantikkurin var í hásæti, og tað ráddi um at vísa landið frá síni bestu síðu.

Hans Kristian greiddi okkum frá um náttúrulýrikkin í fleiri yrkingum enn teimum omanfyrinevndu, men ikki er pláss fyri at skriva um tær allar her. Men felags fyri tær var, at allar numu við náttúruna, so ella so.

Í dag er jørðin í eini kritiskari støðu viðvíkjandi veðurlagsbroytingum, og í tí sambandi eru fleiri tekstyrkjarar farnir at skriva økokritiskt. Við orðum kunnu tey seta orð á støðuna, sum tey ikki kunnu loysa sjálvi. At varpa ljós á trupulleikan er fyrsta stigið móti hugburðsbroyting.

Ynskir tú meir tilfar um økokritik, so er ein heimasíða við veðurlagsavbjóðingarmerktum innihaldi: http://forfatternesklimaaksjon.no/dikt. Enjoy!

#perlekurser

Source: Ninni og Maria

Leave a Reply