Fordómar um HINI

Inngongd til fordómar

Vit byrjaðu dagin við at vitja Interkulturelt Museum (IKM). IKM varpar ljós á tilflytarar í nýggjari tíð (tvs. frá 1960’unum). Saman við øllum teimum aktivitetum og listaframsýningum, ið eru í bygninginum, hevur bygningurin sjálvur sína egnu søgu at fortelja. Undir krígnum búðu týskarar í bygninginum og seinni hevur bygningurin verið nýttur sum ein politistøð. Í dag nýta tey gomlu fangaklivarnar til ymisku framsýningarnar. 

Framsýningin, ið vit sluppu at granska, eitur “Typisk Dem”, og er hetta ein framsýning, ið snýr seg um fordómar. Framsýningin er ætlað ungdóminum, men helst kunnu øll kunnu semjast um, at hetta er eitt viðkomandi evni fyri allar aldursbólkar. Framsýningin er gjørd við støði í samrøðum við ymisk ungfólk, og arbeitt er saman við ungdómum, fyri at koma fram til tað, ið verður víst fram. 

Á gólvinum síggjast ymisk sitat frá unglingum, tá ið tey tosa um sínar fordómar ella um fordómar yvirhøvur.

Kanna tínar fordómar

Tann eina installatiónin vísti fram fordómarnar hjá teimum vitjandi, við tað at tú fanst fram á telefonini okkurt, ið tú hevur fordómar fyri. Hetta var síðani prentað og hongt upp.

Hatursstólurin

Til framsýningina vóru fleiri filmsbrot víst, ið lýstu hetta menniskjaliga fyribrigdið – altso fordómar. Fýra faktorar, ið tey meta vera grundarlagið fyri okkara fordómar eru angist, hatur, stoltleiki og eyðmýking. Hesar fýra sinnisstøður vóru gjørd til fýra rúm, ið skuldu lýsa hvussu tað var til at skapa okkara fordómar.

Áðrenn vit sluppu at ganga fyri okkum sjálvi og hyggja, greiddi savnsvørðurin okkum frá, hvat fordómar eru fyri nakað. M.a. varð sagt, at tað er at seta fólk í bás. Hetta royndi hon at gera við okkum, við tað at hon bólkaði okkum saman t.d. “tey, ið hava svartar skógvar stilla seg fyri seg” og “tey religiøsu til vinstru og tey óreligiøsu til høgru”.

Sí myndasavn frá savninum niðanfyri.

[ngg_images source=”galleries” container_ids=”6″ display_type=”photocrati-nextgen_basic_slideshow” gallery_width=”320″ gallery_height=”240″ cycle_effect=”fade” cycle_interval=”10″ show_thumbnail_link=”1″ thumbnail_link_text=”[Show picture list]” order_by=”sortorder” order_direction=”ASC” returns=”included” maximum_entity_count=”500″]

#perlekurser

Source: Rebekka, Karina & Lena

Leave a Reply