Listin í Vigelandsparken og á Ráðhúsinum

Eftir eina spennandi løtu á Holmenkollen, komu vit fram til Vigelandsparkina, ið er heimsins størsta høggmyndapark. Tað var sera forkunnugt at hoyra um Gustav Vigeland, ið er maðurin handan allar høggmyndirnar, ið prýða parkina. Har eru fleiri enn 200 høggmyndir. Tilfarið, ið høggmyndirnar eru evnaðar úr, er bronsa, granitt og smíðijarn.

Hóast Gustav gjørdi nógv av arbeiðinum undir øðrum veraldarbardaga, slapp hann at halda áfram uttan at verða steðgaður av nasistunum. Okkara ferðaleiðari greiddi frá hvussu nasistarnir høvdu biðið Gustav evna høggmyndir fyri seg, men hesum eftirlíkaði hann ikki. Tó fekk hann frið at arbeiða, og parkin stendur púra óspilt í dag. Ferðaleiðarin greiddi frá, hvussu høggmyndirnar samsvaraðu væl við ideologiina hjá nasistunum, tí høggmyndirnar eru av hvítum fólki. Norðmenn hava eisini sera stóra virðing fyri parkini, og tú sært einki herverk, einki grafitti ella nakað líkandi. Parkin varð í høvuðsheitum liðug millum 1939 og 1949.

 

Gustav Vigeland hevur arbeitt við lívsringrásini sum sítt høvuðstema í sínum verkum. Hjá einstaka menniskjanum byrjar lívið og endar við deyða, men menniskjafamiljan livir víðari, og harvið er tað ein ævig ringrás, ið heldur fram. Gustav Vigeland var familjumaður, inntil hann ikki var tað meir. Hann fór frá familjuni fyri at verða fulltíðar listafólk. Tó er tað áhugavert at síggja, hvussu nógv familja og børn hava at siga fyri Gustav í sínum høggmyndum. Avgjørt ein spennandi løta, við nógvum áhugaverdum frásøgnum um Gustav Vigeland.

Eftir at hava vitjað í Vigelandsparken gekk leiðin til eitt “útimuseum”. Har sóu vit hvussu húsini hava sæð út og verið bygd upp ígjøgnum tíðirnar í Norra. Veðrið var av tí fagrasta, so hetta var ein sera hugnaligur túrur, og tað var stuttligt at síggja, at tey gomlu norsku húsini líktust sera nógv okkara gomlu føroysku húsum, timburhús við flagtaki, so hetta var í løtum rættiliga heimligt. Meðan vit gingu runt og sóu ymisk hús, fingu vit eisini forklárað hvussu norðmenn bóru seg at viðvíkjandi húsabygging fyrr í tíðini. Húsini vóru bygd bæði praktiskt, effektivt og eisini varð hugsað um, at skaðadjór ikki skuldu sleppa inn í húsini.

Vit fingu fortalt, at tað høvdu verið fleiri býareldar í Oslo, og tískil eru ikki nógv gomul hús at síggja niðri í býnum. Fyrr í tíðini stóðu húsini tætt og vóru øll gjørd av viði, so um eldur kom í eini hús, var lætt at festa í næsta hús. Hesin byggihátturin broyttist við tíðini, og húsini blivu bygd longri frá hvørjum øðrum, og av øðrum tilfari.

Á veg út aftur úr uttandura savninum, sóu vit eini stór flott hús, har allur veggurin var dekkaður við blómum og bløðum, ein fantastiska vøkur og óføroysk sjón, og ein bleiv mintur á, at hitastigini eru also nøkur fleiri í Oslo enn heima á klettunum.

Tað síðsta vit vitjaðu hendan fríggjadagin, var “Rådhuset”, sum verður nýtt til ymisk tiltøk, eitt nú til handanina av Nobel-friðarheiðurslønuni. Sama dag, sum vit vitjaðu, bleiv boðað frá, at felagsskapin ICAN, sum arbeiðir ímóti atomvápnum, fær heiðurslønina í ár. Hetta er ein sera áhugaverdur, stórur og vakur bygningur.

Flestu veggirnir og loftini er prýdd við avbera stórum og flottum veggjamálningum. Fleiri listafólk hava prýtt veggir og loft, og tað er eyðsæð, at tey hava brúkt nógva tíð uppá meistarverkini. Í tí eina rúminum, greiddi ferðaleiðarin okkum frá, hevði listamaðurin sitið í fongsli undir krígnum, men varð síðani latin leysur aftur. Hetta hevði sína ávirkan á málningin. Hann málaði ein garð við tvístertum, sum bera nazi-merkið á rygginum. Inni í garðinum eru tveir heilt klænir menn í stríputum klæðum. Listamaðurin vildi heilt avgjørt siga, at nasistarnir vóru ein plága.

Í einum øðrum stórum rúmi var tað norska samfelagið lýst við veggjamálningum. Tann eina síðan vísti tað norska bóndasamfelagið, meðan fiskisamfelagið var lýst hinumegin. Sigast kann at tað var ein fragd at ganga ígjøgnum rúmini og síggja øll hesi flottu verkini.

#perlekurser

Source: Eyð og Siri

Leave a Reply