“Norðurlendska málið – í fortíð og nútíð”

Arne Thorp, pensjóneraður professari við Universitetið í Oslo

Fyrilestur við Arne Thorp

Málið í norðurlondum í dag er deilt upp í tríggjar bólkar: Indoeuropeiska bólkin, uralska bólkin og eskimoiskaleutiska bólkin (mynd 1).

Skandinaviska málið, herundir Svøríki, Danmark, Norra, Føroyar og Ísland, stavar frá germanskum. Finska málið stavar frá urgiskum og grønlendska málið stavar frá eskimoiskaleutiska bólkinum (mynd 1).

Bólka vit skandinaviska málið í enn smærri bólkar, kann tað deilast í tveir bólkar – herundir “vestnordisk” og “østnordisk”. Íslenskt, føroyskt og norskt stavar frá vestnordiskum. Svenskt og danskt stavar frá østnordiskum. Í dag hevur tó norskt tó flutt seg frá vestnordiskum til østnordiskt (mynd 2).

Danskt og føroyskt talumál eru bæði sera ólík sínum skriftmáli, ímeðan svenskt, norskt og íslendskt talumál eru sera lík sínum skriftmáli.

Norska málið hevur ta serstøðu, at tað hevur tvey skriftmál, sum kallast ávikavist bokmål og nynorsk. Bokmål er tað siðbundna norska málið flestu kenna, ímeðan nynorsk er ein blanding av ymsum dialektum í Norra og er tí kanska ikki líka lætt at skilja hjá okkum skandinavum, sum siðbundið bokmål. Bygdafólkið og smáu býirnir nýta mest nynorsk, ímeðan stórbýirnir nýta bokmål. Tað hevur verður mett sum meir “dannað” at nýta bokmål. Flyta bygdafólk inn til stórbýirnar, halda tey ofta uppat at nýta dialekt og skifta yvir til bokmål. Nynorsk hevur ongantíð megnað at fest røtur í stórbýnum.

Í 1929 lógarfesti tingið at bæði bokmål og nynorsk eru viðurkend skriftmál.

Í flestu fjølmiðlum í Norra er loyvt at nýta dialekt, onkur hendinga miðil í stórbýnum loyvir tó enn bert bokmål.

Her síggja vit eitt dømi um líkheitir og munir í skandinaviska málinum. Fólk uttanífrá hava lyndi til at blanda norskt og svenskt til tíðir. Grundin til hetta er, at norsk úttala er sum danska málið úttalað á svenskum (mynd 3).

Vit kunnu við hesum staðfesta, at mál hevur sítt egna lív og kann broytast gjøgnum tíðirnar.

#perlekurser

Source: Bodil og Selma

Leave a Reply