Móti skóginum, órógv og tvístøður

– um framsýningina hjá Knausgård um Munch, við íblástri frá vitjan í Vigelandsparken

Norsk mentan og søga skuldi verið rættiliga atkomilig hjá okkum, vit kvøða og syngja um norskar kongar, men kanska hava vit ikki fylgt nóg væl við í nýggjari norskari søgu. Ið hvussu so er, so vóru flestu okkara ikki vitandi um, hvussu stóra ávirkan seinni heimsbardagi hevði á Noreg. Hesin bardagin varð flættaður inn í flestu søgurnar, sum vit fingu sagdar á væleydnaða “Perluskeiðnum” á Voksenåsen.

Soleiðis var eisini við frásagnunum um listamenninar Gustav Vigeland og Edvard Munch, sum livdu síni síðstu ár undir týsku hersetingini, og sum báðir sýttu fyri at týska hersetingarvaldið skuldi gagnnýta teirra list.

Vitjanin í Vigelandsparkini og á Munchsavninum tók sera væl saman um tey evni, sum longu frammanundan vóru viðgjørd á skeiðnum á Voksenåsen. Til dømis byrjaði Hans Kristian Rustad, lektari í norðurlendskum bókmentum á Universitetinum í Oslo, við at vísa okkum eina nationalromantiska mynd eftir Adolph Tidemand og Hans Gude, nevnd Brudefærd i Hardanger, og samanbar hana við Solen hjá Munch. Myndin hjá Tidemand og Gude staðfestir greitt, at “Hetta eru norsk fjøll”, meðan Munch avmyndar norsku náttúruna, uttan at vera nationalromantiskur. Sambært Karl Ove Knausgård[1] so var Edvard Munch hugtikin av myndini Brúðarferðin sum barn. Hann vendi sær tó frá hesum slagi av málningum, tá hann gjørdist vaksin.

Rithøvundurin Karl Ove Knausgård hevur saman við kuratorinum Kari Brandtzæg sett upp framsýningina “Mot skogen – Knausgård om Munch”. Henda framsýningin endaði 8. oktober, dagin eftir okkara vitjan.

Sólarris

Fyrsta myndin á framsýningini er eitt landslag við eini sól. Sólin var eitt av høvuðsevnunum hjá Munch, sum hann arbeiddi nógv við, og hann hevur gjørt fleiri málningar av hesum motivi av sólarrisi yvir skergarðin á Krageø.

Ein trævinur

Síðan verður áskoðarin leiddur inn í skógin, har fleiri salir við skógarmyndum og trøum eru at síggja. Hetta eru ikki tilvildarlig trø, men heldur gamlir vinir hjá Munch, tí tey somu trøini ganga aftur í nógvum myndum.

Menniskjafjallið

Mitt í skóginum stendur ein skulpturur, nevndur Menneskeberget. Hetta er evni, sum Munch hevur arbeitt nógv við, og bæði gjørt skitsur, grafikk, málningar umframt skulptur. Hóast stórur munur er á stødd, so leitar hugurin út til monolithin hjá Gustav Vigeland, har menniskjuni eisini stremba móti toppinum. Bæði monolithurin hjá Vigeland og skulptururin hjá Munch reka tankarnar móti skerseldinum, men sambært grein í “Kunstkritikken”[2] er hetta evni meira fløkt enn so:

 «Menneskeberget» er et tilbakevendende motiv i Munchs arbeider siden tidlig 1890-tall  …. Bildet tematiserer en frigjørende energi som kan ende i tragedie. Mens noen av de mange skissene, illustrasjonene, tegningene og litografiene som beskriver dette motivet skildrer det menneskelige fjellet som en plattform for det som ser ut som en bevegelse mot sann frigjøring, avslører andre en sarkofag på fjellets topp – en allegori som reflekterer Munchs dype ambivalens overfor nye tider, deres løfter og muligheter. På denne måten uttrykker bildet frigjøringens dilemma. (Ekeberg, 2012)

Økokritikkur er eitt rættiliga nýtt fyribrigdi innan bókmentir, har tað verður hugt eftir hvussu náttúran og umhvørvi verða brúkt í listini. Í hesum sambandi kann vera vert at nevna, at í Noreg hava rithøvundar gjørt átakið “Forfatternes Klimaaksjon”, har teir leggja dent á norsku grundlógina §112: Enhver har rett til et miljø som sikrer helsen, og til en natur der produksjonsevne og mangfold bevares. Naturens ressurser skal disponeres ut fra en langsiktig og allsidig betraktning som ivaretar denne rett også for etterslekten.

Eivind Myklebust[3] hevur ummælt framsýningina hjá Knausgård um Munch og viðger hvussu Munch, kanska ótilvitað, vísir á mannaávirkanina í skóginum. Søguliga hevur skógurin verið fataður sum øki, har menniskjan ikki er, og tí heldur sum nakað myrkt og magiskt ella sum nakað tignarligt og heilagt.

Men í skóginum er ikki bert friður, og menniskjan er partur av ófriðinum. Menniskjan stríðist antin fyri býargerð ella fyri náttúruni:

Omgrepet «eventyrskog» vitnar om arven frå romantikken i naturvernsrørsla. Denne arven blir støtt brukt, av profittorienterte politikarar og eigarar, for å lage billige motargument mot det naturvernarane argumenterer for.
[…]
Måten vi organiserer samfunnet utanfor skogen, legg føringane for korleis vi organiserer det som ligg innanfor. Unntaka er også regelen, og så lenge det er slik, er skogen ein stad som bør fylle oss med uro så vel som ro. Det er sjølvsagt måten vi har gjort oss til herrar over skogen som bør vekkje størst uro og tvinge fram flest sjølvkritiske blikk i spegelen. Men også draumen om å vende attende til skogen er med å halde blikket vårt fanga mot ei framtid som allereie er forbi. (Myklebust, u.d.)

Ein mannavinur við festtelegrammi á vegginum

Á framsýningini eru sum sagt nøkur rúm úti í skóginum, har skógurin næstan sleppur undan fólki. Síðsta rúmið er ein skógur av fólkamyndum. Edvard Munch hevur í stóran mun málað fólk, hann kendi, og hevur megnað at fáa persónsmenskuna væl lýsta. Myndin, sum er víst her (ein mannamvinur), er av einum vini sum dámdi væl at ballast, og tá á døgum fekst tú ikki SMS tá tú fekk veitsluboð, tá fekst tú “festtelegramm”.

Monolithur hjá Vigeland

Sum sagt, Edvard Munch og Gustav Vigeland vóru samtíðarmenn, og báðir hava teir arbeitt við menniskjum, sum stremba uppeftir. Vigeland hevur gjørt ein risastóran monolith í granitti, saman við eini rúgvu av øðrum standmyndum, sum standa Vigelandsparkini. Hóast standmyndirnar eru gjørdar úr gróthørðum granitti, so eru tær sera mjúkar at strúka, og so veruleikakendar, at tú aftrar teg við at nerta við “ósømiligar” likamspartar.

Standmynd hjá Vigeland

 

[1] Knausgård, K.O. (2017). Så mye lengsel på så liten flate. En bok om Edvard Munchs bilder. Forlaget Oktober.

[2] Ekeberg, J. (2012). Bekrefter Munch-utstilling i Venezia. Kunstkritikk.no (International edition).  

[3] Myklebust, E. Skogens uro. Forfatternes Klimaaksjon.

#perlekurser

Source: Erla

Leave a Reply