Norsk fólkaævintýr

Marit Spurkland

Einaferð vóru tað tríggir brøður sum skuldu útvega pening. Elsti bróðurin, Per, var fyrstur út í skógina og skuldi høgga trø til at selja, men trøllið kom og vildi drepa hann, um hann høgdi úr skógini. Bangin misti Per øksina og rann ræddur heim. Næstur var miðlingurin, Poul, sum kom út fyri tí sama. Poul misti øksina og rann eisini ræddur heim. Síðstur varð yngsti bróðurin, Esben Askeladden (Øskudólgur). Væntaninar til hann vóru ikki stórar, men hann fekk eina gamla slitna øks og fór í skógina. Askeladden segði við trøllið, at um hann ikki slapp at høgga, vildi hann kroysta trøllið eins og hann kroysti steinin, hann hevði í hondini. Men trøllið visti ikki, at tað sum Askeladden hevði í hondini, var eitt ostastykki. Tá vildi trøllið hjálpa við at høgga, og eisini beyð trøllið Askeladden heim til sín at eta. Aftur tá var Askeladden snúin og fekk trøllið at skera seg sjálvt í búkin og doyði, so at Askeladden kundi fara avstað við gulli og silvuri. Harvið vóru trupulleikarnir hjá brøðrunum loystir.

Hesum ævintýrinum byrjaði Marit Spurkland, prof. við HiOA sín fyrilestur um norske folkeeventyr. Á ein spennandi og livandi hátt hugtók hon áhoyrarnar frá byrjan av. Hetta ævintýrið um Øskudólg er kendasta og mest nýtta ævintýrið í Noreg segði hon.

Náttúran verður ikki lýst neyvt í ævintýrunum, men skógur og fjøll eru ein natúrligur pallur, har frásøgnin gongur fyri seg.

Ævintýr hava ein fastlagdan bygnað. Granskarin Vladimir Propp hevur gjørt eina ævintýrbeinagrind við 11 kronologiskum punktum, sum verða fylgd.

Í teimum norsku ævintýrunum verða skógur og fjøll sett í samband við vandamikil støð. Hetta eru støð, ið eru vanlig í norsku náttúruni og hava nokk ligið nakað burtur frá heimligu tryggu umstøðunum. Hugsast kann, at ævintýrini eisini hava verið við til at greiða frá ymiskum lagnum og fyribrigdum, ið annars vóru trupul at skilja.

#perlekurser

Source: Annika P. og Tóra

Leave a Reply