Rithøvundamøti: Mette Karlsvik

“Naturens betydning i et forfatterskap”  var heitið á fyrilestri hjá Mette Karlsvik, sum bæði er rithøvundur, ritstjóri og journalistur.
Økokritikkur er á breddanum á hesum skeiðnum, men hvat er økokritikkur? Í stuttum er tað eitt háttalag, ið verður brúkt at greina og tulka bókmentir. Í økokritikki verður hugt eftir, hvussu náttúran verður lýst. Lesarin tekur eitthvørt við sær, úr tí hann lesur, og hugsast kann, at um náttúran verður lýst antin positivt ella negativt, kann hetta hava ávirkan á lesaran og hansara náttúruáskoðan. Tað var í hesum sambandi, at Mette Karlsvik greiddi frá, hvussu hon brúkar náttúru og náttúrulýsingar í bókum sínum.

Mette Karlsvik hevur síðan 2005 burturav livað av at skriva og granska mál. Hon leggur í sínum verkum stóran dent á at brúka náttúruna í hennara verkum. Ikki einans sum lýsingar og myndamál, men nýtir eisini náttúru og náttúrufyribrigdi sum høvuðspersónar, ið eru stýrandi í søgugongdini. Náttúrligu ringrásirnar, døgnið, árið við teim 4 árstíðunum, verða fylgdar sum persónar frá fyrsta møti, og útviklingini, fyri at enda sum nakað annað. Ella áin, ið rennur, hon er ikki tann sama frá byrjan til enda, og tað hon møtir á vegnum, broytir og umskapar hana. Eins og menniskju fara ígjøgnum broytingar alt lívið.

Karlsvik er ógvuliga áhugað í súmbolikki, dualiteti og relatiónum; ikki einans menniskja til menniskja, men menniskja og náttúra ella møtið millum bý og bygd, “et menneske i brydningsfasen”. Hvussu alt hevur ávirkan á hvørt annað, mikro og makro kosmos. Tað, menniskju gera, hevur ávirkan á náttúruna, eins og tað, sum hendir í náttúruni, hevur ávirkan á okkum menniskju. Hjá Karlsvik ræður um at vera í tí, málið skal verða. Hetta er eitt háttalag, ið gongur aftur, tá hon skrivar. Og hennara tilgongd og fyrireiking til rammurnar og søgurnar, kunnu bera brá av hennara journalistisku bakgrund. Hon nevndi eisini, at hennara forvitni, hugur at kanna og kunna seg um ymiskt, hevði nógv at siga, tá hon fyrireikaði seg.

Tá Karlsvik skrivar, tekur hon útgangsstøði í umhvørvinum; tað hevur við sær, at hon hevur ferðast nógv. Serliga hevur hon verið nógv í Íslandi, og tí er íslendska náttúran høvuðspersónur, ella pallur, í fleiri av bókum hennara. Eisini hevur hon verið í India, har ein NATO-støð liggur; úr hesum spretti ein bók, ið snúði seg um ein jagarapilot og ein tebónda. Á aðrari síðuni skapar NATO-basin arbeiðspláss, men samstundis er sannlíkt, at avgrøðin verður dálkað av skaðandi evnum úr luftini, tá jagaraflogførini fáa brennievni, meðan tey eru á flogi. Samstundis verður kontrastin lýst millum tað stilla, harmoniska lívið hjá bóndanum og tað larmandi og vandamikla lívið hjá pilotinum, og hvørjir tankar teir gera sær um hin.

Klimapolitikkur hevur ikki verið á breddanum í norsku bókmentunum síðani í 60’árunum, men er nú spakuliga við at koma aftur. Hetta heldur Karlsvik verða bæði gleðiligt og kærkomið, tí vit hava skyldur mótvegis og ávirkan á náttúruna. Náttúran er ein dramaturgiskur hjálpari í hennara arbeiði, men tað er hennara alskur til náttúruna, at rithøvundurin gevur henni egna rødd í bókum sínum; og er tað av tí sama í tí deskriptiva, at hon ynskir at gera sína ávirkan galdandi við tí fylgju, at lesarin fær umsorgan fyri náttúruni, men uttan formanandi peikifingrar og moralisering.

#perlekurser

Source: Agga, Annika og Gunnvá

Leave a Reply