Holmenkollen – “byens beste utsikt”

 

Í samband við tvørfakliga námsferð eru føroysktlinjan og náttúru & tøkni linjan í hesum døgum á vitjan í Voksenaasen, sum liggur stutt uttanfyri Oslo. Fríggjadagin 6. oktober vóru vit í fagrasta veðri á rundferð á leikvøllinum ’Holmenkollen’.

Dagurin var skipaður á tann hátt, at vit vitjaðu trý ymisk støð í Oslo hendan dagin. Aftaná at hava etið morgunmat, smurdu vit okkum matpakka, sum vit skuldu hava við til túrin. Kl. 10 fóru vit við bussi av gistingarhúsinum í Voksenaasen, og 10 minuttir seinni komu vit til Holmenkollen. Hetta var fyrsta vitjanin hendan dagin, og tað er hesa vitjan, ið hesin bloggurin kemur at snúgva seg um.

Holmenkollen hevur verið karmur um tjóðarítróttin í Noregi, skíðlop og skíðrenning, síðan síðst í 1800 talinum. Hetta stóra glæsiliga skíðstað, ið rúmar heili 30.000 áskoðarum, hevur eisini hýst hópin av altjóða kappingum seinastu árini so sum OL og HM, so spenningur var sjálvsagt í hásæti til hesa forkunnugu vitjan.

Tá vit komu til Holmenkollen, leiddi ferðaleiðarin okkum fyrst inn í eina lyft. Vindeygu vóru í lyftuni, so tað var gjørligt at síggja út, ímeðan vit spakuliga vóru drigin diagonalt upp á toppin. Ferðaleiðarin greiddi frá ymiskum, m.a. sannførdi hon okkum um, at hetta er “byens beste utsikt”, ið hon tók til nakrar ferðir. Ovasta punkt á breytini liggur á 425 metra hædd. Meðan vit vóru stødd á toppinum, greiddi ferðaleiðarin frá, at jarnnetið, ið lívgar um sjálva breytina er bygt soleiðis, at vindurin verður tálmaður við 50%. Vit stóðu eina løtu á toppinum og nutu bergtakandi útsýnið yvir náttúru og bý.

“Holmenkollen svevet” er ein av gamansleikunum fyri ferðafólki, ið eru á staðnum, tá eingin kavi er. Hetta er ein gamansleikur fyri tey djarvastu, ið ynskja at sveva hangandi í einum rennistreingi við 100 km/t. yvir sjálvari breytini. Vit valdu tó øll at fara niður aftur á sama hátt, sum vit komu upp, nevniliga við lyftini. Komin niður aftur gekk leiðin á Holmenkollen savnið.

Í savninum fingu vit frásagnir um ymiskt viðkomandi, ið savnið hevur at bjóða. Tað verður torført at greiða frá øllum her. Vit kunnu nevna, at modell av sjálvum skíðstaðnum stóðu frammi, ið vístu broytingarnar heilt aftur til 1892. Ferðaleiðarin greiddi eisini frá skíðum í hópatali, ið lýstu menningina í skíðsmíði. Á savninum vóru eisini útstappað djór, so sum elgur og ísbjørn. Tú kundi lesa og síggja ymiskt um rannsóknarferðina hjá Roald Amundsen, sum kom til Suðurpólin í 1911. Sum sagt, so var mangt ymiskt at síggja á hesum áhugaverda staði, og lata vit myndirnar tala fyri seg.

Á middegi møttust vit aftur á parkeringsøkinum, har bussurin stóð og bíðaði eftir okkum. Síðani gekk leðin víðari til Vigelandsparken, ið er ein sonn listarlig perla í Oslo.

Útsýni úr torninum á Holmenkollen

 

 

#perlekurser

Source: Eyðstein og Símun Rógvi