Veðrið í Føroyum
Í Føroyum kunnu vit skjótt blíva samd um, at veðrið er sera skiftandi. Tað einu løtuna kunnu vit hava sól og regn, logn og storm hvørt um annað. Tí mugu vit, sum búgva í Føroyum altíð klæða okkum í og laga okkum eftir veðrinum. Veðrið er ógvuliga óstøðugt, av tí at Føroyar liggja í norðuratlantiska lágtrýstbeltinum.
Veður og hitastig í Føroyum
Føroyar liggja í Atlantshavinum, og her renna kaldir og heitir luftstreymar saman. Veðurlagið í Føroyum er merkt av, at veturin er mildur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum tó ikki liggur serliga leingi. Um summari er tað kølið. Til tíðir er tað eisini sera slavið, við nógvum regni og mjørka, serliga í juni, juli og august. Milda og slavna veðrið er væl egna til seyðahald.
Tann árligi miðalhitin í høvuðsstaðnum liggur um 6,5oC. Í januar og februar er hitin uml. 3,5oC, og er uml. 10,5oC í juli og august. Árligi miðalhitin er ikki tann sami runt alt landið, hann er lægst við flogvøllin í Vágum, har tað eru 6,0oC, og hægst á Sandi, har hann er 7,0oC. Hóast hitin í Føroyum sjáldan fer upp um 20oC, so kann tað koma fyri. Hægst máldi hiti, sum er máldur, var við flogvøllin í juli í 2003, har 26,3 hitastig vóru máld. Eisini kann nevnast at lægst máldu kuldastig -12,3oC vóru eisini máld við flogvøllin, tað var í mars í 2001.
Avfall og sól í Føroyum
Árliga avfallið í Tórshavn 1284 mm er mest um heysti og minst um summari. Tað er nógvur munur á avfallinum kring landið. Í Akrabyrgi er árliga avfallið 884 mm, í Mykinesi 823 mm, meðan í Norðoyggjum, har fjøllini eru hægst, fella yvir 3000 mm niður. Eisini í Hvalvík fellur nógv avfall niður, næstan 3300 mm árliga. Dømi um regndagar um árið: 300 dagar í Hvalvík og 273 dagar í Tórshavn.
Tað árliga sóltímatalið í Tórshavn er 840 tímar. Hesir eru mest í mai og juni og eru uml. 125 tímar í miðal. Tað eru 221 támutur dagar í Tórshavn um árið. Tað er staðsetingin í Norðuratlantshavinum saman við tíðum lágtrýstum, sum fara framvið, sum gera at talið av támutum døgum er høgt.