Veðrið á Madeira
Madeira hevur eitt subtropisk veðurlag, sum minnir nógv um veðurlagið á teimum Kanarisku Oyggjunum. Av tí at Madeira liggur í Atlantshavinum uttanfyri Marokko ger, at tað ikki er so stórur munur á teimum høgu hitastigunum, sum eru um summari og teimum lægstu hitastigunum, sum eru um veturin, tí er tað eitt milt og gott veðurlag á Madeira. Tað sjáldsama og framúrskarandi veðurlagið gevur einastandandi eginleikar til vøksturin av eksotiskum plantum, runnum og litríkum blómum, sum vaksa runt allastaðni.
Veðrið á Madeira er eisini ávirkað av teimum vindum sum ráða í umráðnum. Teir vindar sum eru mest umráðandi eru teir, sum koma frá landnyrðinginum, ið koma niður frá tí portugisisku strondini, og tann heiti vindurin sum blæsur frá Norðurafrika.
Summar á Madeira
Um summari er veðrið næstan altíð heitt og sólríkt á Madeira. Hitin liggur millum 23-27 hitastig, men hitin kann eisini koma uppum tey 30 hitastigini. Sjálvt um náttina fer hitin ikki niður um tey 17-18 hitastigini Tann frískliga havluftin, sum er á Madeira ger, at hitin ikki verður óbehagiliga høgur mitt á degi. Men tað kann koma fyri, um vindur kemur frá Afrika, tá kann tað blíva sera heitt. Tað regnar lítið og onki um summari á Madeira, ikki fyrr enn síðst í septembur byrjar tað at regna.
Heystið á Madeira
Um heysti er veðrið framvegis lýtt og gott, men møguleikin fyri illveðrið er størri enn um summari. Heilt inn í novembur er hitin um dagin um 20 hitastig, og tað eru framvegis nógvur sólskinstímar, tí oyggin liggur nokk so langt suðuri. Men tað regnar eisini nokk so nógv í novembur.
Veturin á Madeira
Um veturin kann tað regna nokk so illa, serliga í fjøllunum og á norðurstrondini á Madeira. Tað kunnu eisini verða dagar har tað er yvirskíggja og nógvur vindur. Sum heild so hevur Madeira eitt sólríkt veðurlag, har tað í miðal eru 5-6 sólskinstímar um veturin og 7-8 tímar um summari. Í apríl kann verða vandi fyri kaldari veðri. Tann kaldasti temperatururin er 19 gradir.
Várið á Madeira
Um várið verður tað aftur turrari í veðrinum á Madeira. Tað verður meira sólríkt og heitari, serliga aftaná mars mánað, í mai mánað fara hitastigini yvir tey 20 aftur.