Lindýr

Lindýr eru er ein bólkur av djórum, sum ikki hava liðir. Ofta eru tey bleyt og slímut. Vit kunnu t.d. nevnað sniglar, høgguslokkar og skeljadýr.

Lindýr finnast sostatt bæði á landi og sjógvi. Tey lindýrini, sum vit oftast møta í Føroyum, munnu helst vera sniglar og maðkar. Her kunnu vit skoyta uppí, at vit enn ikki hava megnað at funnið útav, hvussu nógv ymisk sløg av sniglum halda til í Føroyum. Hetta kann hava samband við, at hagtøl ikki eru tøk í Føroyum, ella at vit ikki hava fingið fatur á teimum. Av øllum lindýrum eru 4/5 sniglar, tí er lættast at finna tilfar um teir. Tað finnast sniglar bæði á landi og í sjógvi/vatni, men 2/3 av sniglunum liva í sjógvi/vatni.

Á Madeira eru áleið 270 sløg av sniglum, harav 200 av teimum eru endemisk (tað vil siga, at slagið bert finst har). Til at samanbera kunnu vit nevna, at tær bretsku oyggjarnar bert hava 116 sløg og Norra 110 sløg.

Madeira er kent fyri at hava eitt ríkt mentanarlív, har ímillum kunnu nevna, at tey hava nógvar ymiskar festivalar. Vit kunnu nevnað festivalin ”Festa Da Lapa”, sum er ársins sniglafestivalur á oynni. Hetta er ein av teimum kendastu staðbundnu siðvenjunum og varar í tríggjar nætur. Hartil hoyrir undirhald, konsertir, matur eftir gomlum siði og ikki minst grillaðar fliður (eru av sniglaætt) og øl.

Eftir hesum kunnu vit staðfesta, hvussu stórur munur tað er á Føroyum og Madeira lindýrum viðvíkjandi. Hjá okkum verður snigilin bert sæddur sum eitt skaðadýr, serliga tann spanski snigilin, sum vit kalla morsnigilin. Ímeðan fliðan verður hálovað og er ein leskiligur biti á Madeira.

Sum sagt, finnast tað onnur lindýr enn sniglar, men av tí at sniglar eru ein so stórur partur av lindýrunum á Madeira, hava vit valt at hugsavnað okkum um tað í hesi grein.

Leave a Reply