Súgdjór í Føroyum og á Madeira
Súgdjór eru bæði á landi og havi og eru djór, sum anda við lungunum og føða avkomið við mjólk. Vit kenna fleiri av hesum djórum og hava tætt tilknýti til nøkur av teimum.
Nøkur av súgdjórunum á Madeira eru tey somu sum í Føroyum, tó at tað eru ymisk sløg, og vísir hetta, at umhvørvið spælir ein leiklut í, hvat slag livir hvar.
Havsúgdjór eru hvalir, springarar, nísur, kópur og roysningur, meðan súgdjórini á landi eru mús, flogmús, rotta, kanin, hara og so øll húsdjórini so sum hundur, ketta, neyt, seyðir, geitir og annað.
Havsúgdjór
Av havsúgdjórum í Føroyum kenna vit til nøkur sløg av hvali og kópi, og er ein stórur partur av havsúgdjórunum á Madeira tey somu sum í Føroyum, hóast fleiri ymisk sløg eru at síggja við Madeira.
Hvalir
Av hvali eru tað fleiri sløg, sum eru heilt sjáldan at síggja við Føroyar tí at tey bert leggja leiðina framvið, á veg suðureftir ella norðureftir, í teirra natúrligu ørindum. Av hesum hava vit sæð sløg sum royð (Balaenoptera musculus), nebbafisk (Balaenoptera physalus, sildreka (Balaenoptera acutorostrata) og avgust (Physeter macrocephalus), sum sæst her millum oyggjarnar eins og um allan heimin.
Teir hvalir, sum eru oftari at síggja um okkara leiðir eru bóghvítuhvalur (Orcinus orca) og grindahvalur (Globicepthala melas).
Bóghvítuhvalur er eitt alheims slag og vanligt er at síggja nakrar heilt fáir bóghvítuhvalir liggja saman og spæla sær á firðunum. So hava vit eisini grindahvalin, sum er tann, ið vit kenna best til. Tað er hann, ið Føroyar eru kendar fyri at drepa og eta og harvið avoyða. Hann er árligur gestur og kemur inn millum oyggjarnar alt árið, men tó mest í juli – septembur.
Lívið í havinum í oyggjahavsumhvørvinum er ríkt við føðsluevnum og ger hetta, at djóralívið í havinum hevur góðar umstøður. Hetta dregur nógv ymisk hvalasløg til Madeiraoyggjarnar, har 22 ymisk sløg av hvali eru skrásett. Eins og í Føroyum eru fleiri av hesum hvalasløgum á ferð í oyggjunum og steðga í natúrligum ørindum har.
Tað mest kenda hvalaslagið við Madeira, eru springarar (delfinir), sum eisini eru til frama fyri ferðavinnuna á staðnum. Fólk koma fyri at hyggja at. hvussu teir spæla sær og eisini hava fólk sjálvi møguleika at spæla við springararnir. Tað eru skrásett minst 9 ymisk sløg av springarum og minst 10 sløg av hvali. Av hvalasløgum kunnu vit nevna bláhval, kaskelot og dvørgakaskelot, bóghvítuhval, grindahval og onnur.
Mótvegis Føroyum, so hevur Madeira ein verjupolitikk fyri at verja hvalasløgini móti ovurveiðu og deyða.
Av kópi kenna vit í Føroyum mest til láturkóp (Halichoerus grypus), sum leggur í Føroyum. Navnið látur kemur av, at hann heldur til í látrum, sum eru djúpar gjáir, ið ganga inn í bergið niðri við sjóvarmálan. Aðrir kópar, sum eisini ofta verða sæddir við Føroyar, eru granarkópur (Erignathus barbatus) og steinkópur (Phoca vitulina). Klappus (Cystophora Cristata) var ofta at síggja við Føroyar fyrr, men tað kemur næstan ikki fyri longur. Roysningur, sum er í slekt við kóp er mangan at síggja í Føroyum, hóast hann ikki leggur her.
Viðvíkjandi kópi á Madeira, so er munkakópurin (Monachus monachus) eitt kópaslag, sum er við oyggjarnar, og er hetta eitt av 12 teimum mest hóttu djórasløgum í heiminum.
Landsúgdjór
Nøkur súgdjór á landi eru felags fyri Madeira og Føroyar, og eru tey flestu súgdjórini á Madeira innflutt frá øðrum londum.
Geitir eru seinastu árini vaksnar í tali í Føroyum. Tað er í flestu førum bøndur, sum hava geitir til matna. Í mun til føroysku geitirnar, ið vit hava sum húsdjór, so eru villar geitir á Madeira.
Í Føroyum hava vit umframt øll húsdjórini, eisini haruna, sum livir vill og kaninina, sum kelidjór.
Haran, sum vit kenna í Føroyum er norður evropeiska snjóharan (L.timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2.nov til 31.des.
Eins og í Føroyum eru kaninir á Madeira, munurin er tó tann, at í Føroyum eru kaninirnar tamar og á Madeira eru tær villar. Hesar kaninir eru av slagnum (Oryctolagus cuniculus). Tær hava verið ein stórur trupulleiki á oynni Porto Santo, tí tær gera holur undir jørð og eisini gera tær seg inn á grøðina. Har hevur verið arbeitt við at seta kampanju í gongd fyri at minka um kaninstovnin.
Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum. Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin (Mus domesticus), og er hon tann sama, sum livir á Madeira. Rottur og mýs eru hóttar á Madeira, tí har eru, eins og í Føroyum, villar kettur, sum eru ein hóttan móti teimum.
Rottan, sum livir í Føroyum er brúna rottan (Rattus norvegicus), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan. À Madeira er har afturímóti bæði brúna og svarta rottan (Rattus rattus).
Viðvíkjandi flogmús, so hava seinastu árini flogmýs verið at sæð í Føroyum. Um tað fara at nørast her, vita vit ikki enn. Á Madeira eru flogmýs tó fast búgvandi og eru tær eitt súgdjór, sum fólk vísa serliga stóran áhuga fyri á Madeira. Serliga er tað Madeira pipistrellus maderensis flogmúsin, sum fólk hava áhuga fyri, tí hon finst einans á Madeira, umframt á kanarisku oyggjunum.