Fuglar

Eygbering av fuglum er vorðin sera væl umtókt á Madeira, tí har er eitt ótal av frálíkum plássum og friðaðum økjum runt um á oyggjabólkunum. Madeira hevur eitt stórt úrval av land og sjófugli, 42 sum fáa avkom, edemisk sløg (sløg, sum bert eru á Madeira), Makaronesiske sløg, har nøkur einans finnast á Madeira. Hetta ger Madeira til eitt framúrskarandi pláss til eygleiðing av fuglum, eisini tí at hetta plássið er eitt eindømi um eina vistskipan, sum ger tað lætt at eygleiða fleiri fuglasløg.

Tað eru nakrir fuglar, sum bæði finnast Í Føroyum og á Madeira. Dømir um hetta eru Skrápur (puffinus puffinus), Likka (Larus fuscus), Fiskimási (Larus argentatus) og Terna (Sterna paradisaea).

Hesir verða allir nevndir sjófuglar, tí hetta eru fuglar, sum finna føði sína á sjónum. Fuglur er bygdur til at flúgva. Hann hevur veingir og fjarðar. Beinagrindin er sterk og løtt, og andingarleiðin er sera góð. Tí kann fuglur flúgva um allan heimin, til oyggjar langt burturi og enntá til Suðurpólin.

 

Skrápur: ynglar m.a. á klettum, hamarum, sjóvarklettum og drangum á báðum síðum av Norðuratlantinum. Vestanfyri Newfoundland og Massachuttes, sera avmarkað í Europa og teimum bretsku oyggjunum, Føroyum, Íslandi, Madeira, Kanarisku oyggjunum, Bretagne og á Acorunum.

Um veturin fer Skrápur í ein útsynning, og er sunnanfyri Ekvador í Atlantarhavinum uttanfyri strondina í Suðuramerika, serliga útfrá Brasilien. Teir eru tó at síggja í Suðurafrika og í Stillahavinum rundanum Australien og Ný Sælandi. Onkur einkultur hevur verið at sæð í donskum farvatni.

Føðin er fjølbroytt. Serliga livir hann av fiski, sild, brislingi og ansjósum, sum hann fangar við at kava frá luftini ella havyvirflatuni. Hann kann eisini taka krabbadýr, høgguslokk og fiskileivdir. Hann veiðir einsamallur, ella í minni bólkum.

Stovnurin er støðugur, men er eitt sindur sárbærur við tað at, 90% av heimsstovninum fær avkom á einans 10 støðum, og rottur eru eisini ein hóttan.

Likka: verpur í lynghaga ella grasi, á áaroyrum, sandfløtum, heyggjum og høgt til fjals, vanliga nærhendis strondini, men eisini inni í landinum.

Ger reiður av mosa, deyðagrasi og øðrum urtum, mangan millum steinar ella túgvur.

Hon er flytifuglur og heldur til við strendurnar í Portugal og Marokko um veturin. Fiskimási og bakur sæst ofta saman við likku.

Bakur: eisini nevndur svartbakur, er stórstur av másunum og líkist likku í útsjónd.

Fiskimási: og bakur reiðrast ofta í homrum og onkuntíð í bølum á grasfløtum. Fiskimási og flest allir bakar eru støðufuglar.

Terna: ternan verpur ymsastaðni bæði í oyðilendi, og har tað er vallað. Størstu ternubølini eru á einum slætta frammi við sjóvarmálanum ella úti á eini oyggj. Reiðrið er vanliga eitt ilt av einari kullu, onkuntíð klætt við steinpirrum og gróðri.

Ternan er flytifuglur, sum flýgur burtur í onnur lond at vera um veturin. Terna flytur longst av øllum djórum í heiminum. Hon flýgur heilt suður móti Suðurpólinum. Hon flýgur vanliga langt úr landi. Tí sæst terna sjáldan við land, uttan teir 2-3 mánaðirnar um summarið, tá ið hon reiðrast.

Leave a Reply