Í hølunum á Henry fram við Levadarennuni

Hóast Madeira liggur mitt úti í Norðuratlantshavi, so er lutvíst trot á feskum vatni á suðursíðuni, serliga til alla avgrøðina ið kann vaksa her, um nóg mikið av vatni er tókt.

Í Madeira eru ongar stórar áir, einans smáar áir og løkir, ið við ferð renna frá hálendinum, har tað regnar mest, oman á sjógv. Bøndurnir hava tó brúk fyri at fáa vatn á sínar teigar regluliga, og tí er gjørd ein skipan við opnum rennum, ið leiðir vatnið kring meginpartin av oynni. Skipanin ger eisini, at til ber at steingja fyri vatninum til ávísar partar, og bert lata nøkrum bóndum í senn, fyri á tann hátt at tryggja øllum sín part av tí avmarkaða tilfeingi, sum vatnið er.

Bøndurnir gjalda fyri tíðina teir eru íbundnir, ikki fyri nøgdina, og tí hava nógvir bøndur sín egna brunn sum tey fylla, meðan tey fáa vatn, og so brúka, meðan vatnveitingin inn á teirra teig er kvett.

Teigirnir eru flestu smáir, og bygdir sum terrassur í bratta lendinum. Fram við vatnrennuni gongur eisini ein gøta, sum verður brúkt sum farleið hjá bóndunum.

Lívfrøðilinjan 2011/12 gekk ein túr í gásagongd við ferðaleiðaranum Henry á Odda. Hann visti okkum á nógv ymist forvitnisligt, t.d. á smáu úthúsini kring dalin. Hetta eru hús til antin seyð, geit ella neyt, og dýrini standa fyri tað mesta inni.

Avgrøðin er sera fjølbroytt og stórvaksin, og ferðafólk hava ofta ilt við at skilja ímillum tey ymisku sløgini av plantusløgini, sum ofta líkjast nógv.

Henry er uppvaksin í lítlari bygd, og tað var stuttligt at eygleiða heilt serliga samskiftið við bøndurnar – bæði konur og menn. Fyri tað fyrsta, so heilsast tey, og fyri tað næsta, so práta tey, og hetta er alt fram uttan at slakað verður á meðan gingið verður. Til hetta verður nýtt eitt heilt serligt tosingarlag, ið hoyrist um allan dalin. Hetta sama tosingarlag nýtti Henry tá hann greiddi frá ymsum fyribrigdum á leiðini, so at eisini tey aftast í longu røðini av fólkum, ið eltu hann, fingu alt við.

Hesar vatnrennurnar verða kallaðar Levada, og er hetta tøkni ið er komin við trælum úr Afrika. Fyrstu vatnrennurnar vórðu gjørdar úr træ, síðani vórðu tær steinsettar, men nú eru flestu Levadair stoyptar.

Henry framman fyri vatngoymslu

Bóndalívið í Madeira er eins og so nógva aðrastaðni í eini rembingartíð. Tey ungu tíma ikki stríðið og ta lítlu lønina, og avleiðingin er, at flestu bøndur nú eru millum seksti og sjeyti ára gamlir. Gamalt var, at skift var ímillum nær á degi ymsu teigarnir fingu vatn, og sostatt máttu bøndurnir viðhvørt upp á miðjari nátt at geva plantunum vatn. Helst hava fleiri eldri fólk brotið seg sundur í náttarmyrkrinum, so nú hevur stjórnin gjørt uppsamlingsbrunnar, so eingin bóndi noyðist at arbeiða um náttina. Men aðrar broytingar mugu helst eisini til, um yngri ættarlið skulu fáast at taka við aldargomlu teigunum.

Fyri ferðavinnuna er at vóna, at loysnin ikki verður at fara undir hópframleiðslu í stórakrum – og helst forðar bratta lendið eisini fyri hesum.

Leave a Reply