Hvalir
Av hvali eru fleiri sløg, sum eru heilt sjáldsom at síggja við Føroyar, tí at tey bert leggja leiðina framvið, á veg suðureftir ella norðureftir, í teirra natúrligu ørindum. Av hesum hava vit sæð sløg sum royð (Balaenoptera musculus), nebbafisk (Balaenoptera physalus), sildreka (Balaenoptera acutorostrata) og avgust (Physeter macrocephalus), sum sæst her millum oyggjarnar eins og um allan heimin.
Teir hvalir, sum eru oftari at síggja um okkara leiðir eru bóghvítuhvalur (Orcinus orca) og grindahvalur (Globicepthala melas).
Bóghvítuhvalur er eitt alheims slag og vanligt er at síggja nakrar heilt fáir bóghvítuhvalir liggja saman og spæla sær á firðunum. So hava vit eisini grindahvalin, sum er tann, ið vit kenna best til. Tað er hann, ið Føroyar eru kendar fyri at drepa og eta og harvið avoyða. Hann er árligur gestur og kemur inn millum oyggjarnar alt árið, men tó mest í juli – septembur.
Lívið í havinum í oyggjahavsumhvørvinum er ríkt við føðsluevnum og ger hetta, at djóralívið í havinum hevur góðar umstøður. Hetta dregur nógv ymisk hvalasløg til Madeiraoyggjarnar, har 22 ymisk sløg av hvali eru skrásett. Eins og í Føroyum eru fleiri av hesum hvalasløgum á ferð í oyggjunum og steðga í natúrligum ørindum har.
Tað mest kenda hvalaslagið við Madeira, eru springarar (delfinir), sum eisini eru til frama fyri ferðavinnuna á staðnum. Fólk koma fyri at hyggja at. hvussu teir spæla sær og eisini hava fólk sjálvi møguleika at spæla við springararnir. Tað eru skrásett minst 9 ymisk sløg av springarum og minst 10 sløg av hvali. Av hvalasløgum kunnu vit nevna bláhval, kaskelot og dvørgakaskelot, bóghvítuhval, grindahval og onnur.
Mótvegis Føroyum, so hevur Madeira ein verjupolitikk fyri at verja hvalasløgini móti ovurveiðu og deyða.
Av kópi kenna vit í Føroyum mest til láturkóp (Halichoerus grypus), sum leggur í Føroyum. Navnið látur kemur av, at hann heldur til í látrum, sum eru djúpar gjáir, ið ganga inn í bergið niðri við sjóvarmálan. Aðrir kópar, sum eisini ofta verða sæddir við Føroyar, eru granarkópur (Erignathus barbatus) og steinkópur (Phoca vitulina). Klappus (Cystophora cristata) var ofta at síggja við Føroyar fyrr, men tað kemur næstan ikki fyri longur. Roysningur, sum er í slekt við kóp er mangan at síggja í Føroyum, hóast hann ikki leggur her.
Viðvíkjandi kópi á Madeira, so er munkakópurin (Monachus monachus) eitt kópaslag, sum er við oyggjarnar, og er hetta eitt av 12 teimum mest hóttu djórasløgum í heiminum.