Ein rimmar baldurstúrur út á Desertas Grande
Hvussu nógvir føroyingar munnu hava verið á Desertas oyggjunum? Enn halda vit, at vit eru teir einastu føroyingarnir, ið hava stigið fótin á land á oydnu oynni Desertas Grande, men sjálvandi vilja vit fegin frætta frá øðrum, ið hava verið har.
Oyggjarnar síggjast frá Madeira, og tó hava sera fá av íbúgvunum verið har úti. Tað er heldur ikki bara sum at siga tað at fara út hagar, tí talan er um eitt friðað øki, og serligar treytir eru fyri at sleppa í land.
Vit høvdu bílagt ein túr áðrenn vit fóru úr Føroyum, so alt var til reiðar. Við okkum kom ein havlívfrøðingur, umframt ein meira alment útbúgvin lívfrøðingur. Havlívfrøðingurin var sonur ein sum hevði verið oyggjavørður, og hann kendi tí oynna frá barni av.
Túrurin var baldrutur báðar vegir, og teinurin er rættiliga drúgvur – tríggjar tímar hvønn vegin – so vit vóru rættiliga lin í kongunum tá vit komu út.
Báturin var tó góður, og tað lá væl fyri hjá skiparanum at slaka av við hvørt, so bóltini ikki gjørdust alt ov ógvislig. Ið hvussu er fór eingin fyri borð, hóast nógv sótu úti og neyðhildu sær.
Áðrenn vit fóru høvdu vit hoyrt um ymisk sjáldsom dýr og plantur, sum finnast á oynni, millum annað ein “munkakóp” og ein tarantula eiturkopp, ið einans livir á Desertas oyggjunum. Okkurt um 840 fullvaksnir eiturkoppar eru á hvørjum hektari, og onkur okkara vóru ikki heilt álvulig við tankan um at koma fram á ein slíkan. Vit fingu tó at vita, at teir ikki liva niðri við sjóvarmálan, men einans uppi á oynni.
Ringt er at sleppa niðan á oynna, klintrast skal í út við 3 tímar, onkustaðni krevst at tú ert íbundin. Eisini krevst eitt serligt loyvi at fara niðaná.
Eftir baldruta túrin við seglbátinum brellaðist ongin eftir eini avbjóðing niðan á oynna, og veðurvánirnar vóru soleiðis háttaðar, at neyðugt var at gera skjótt av, um vit ikki skuldu leggjast veðurføst úti á oydnu oyggjunum. So vit fingu ein skjótan túr runt niðri á lendingini á Desertas, sóu m.a. sermerktu fýrbeinini, ið einans liva á Desertas, og nakrar plantur, ið einans vaksa á Madeira. Úti á Desertas oyggjunum er lítil gróður, og tí sígggjast einstøku planturnar munandi betri enn á sjálvari Madeira.
Á vegnum heim var veðrið øtlað nakað meira, so heimferðin var bæði baldrutari og drúgvari enn útferðin. Onkur hevði hug at murra “Nærri mín Guð til tín…” meðan manningin gjørdi sítt ítarsta fyri at syrgja fyri, at vit fingu allan tann mat, ið okkum var lovað. – Soleingi teir ikki stúrdu, skuldu vit bara njóta túrin. Heimafturkomin fingu vit at vita, at høvdu teir vitað, at veðrið var sum tað var, so hevði túrurin verið avlýstur – ikki tí vandi var á ferð, men tí tað er so strævið fyri okkum ferðafólk at vera í so baldrutum sjógvi.
One Response to Ein rimmar baldurstúrur út á Desertas Grande