Veðurlagsbroytingar í Madeira
Oyggjar hava vanliga skiftandi veðurlag, og so er eisini á Madeira. Hóast tað, so hava tey lagt til merkis, at veðrið er við at broytast. Til dømis regnar nú meira teir mánaðir, tá tað ikki plagdi fyrr.
Í apríl 2011 gjørdist tað eisini óvanliga kalt nakrar dagar: Uppi á oynni lá kavi, og niðri í Funchal vóru einans 9°C – Hetta er nakað sum merkist, tí tey hvørki hita ella bjálva húsini.
Ikki tað, kavi uppi í oynni kemur fyri, tað sum var óvanligt var, at tað kom fyri so seint á árinum.
Sum heild eru tað serliga árstíðarbroytingar tey hava lagt merki til í Madeira.