Trolljegeren

Ummæli:
Norski filmurin “Trolljegeren” letur sum um hann er ein álvarsamur dokumentarur, men hetta er bert fyri at speireka sítt umrøðuevni. Skirvisligu upptøkurnar og yvirnatúrliga huglagið minna ikki sørt um aðrar mokumentarar, so sum “The blair witch project” og “Cloverfield”.

Í einum norskum bygdarlagi verða fleiri bjarnir funnar deyðar, og hyggjarin upplivir filmin gjøgnum myndatólið hjá nøkrum norskum filmstudentum, ið eru á eini ferð at loysa hesa gátu. Ferðin fær skjótt eina óhugnaliga vend, tá ið studentarnir varnast, at talan er um trøll, sum gera um seg í umhvørvinum. Hetta eru trøll sum vit kenna tey best, stór beist við fleiri høvdum, stóra nøs, búgva undir brúgvum og lukta kristnamannablóð. Filmstudentarnir møta Hans, ið arbeiðir við at goyma øll spor sum geva ábending um at trøll finnast. Hetta mennist líðandi til eina episka jagstran eftir trøllum, har øll mannagongdin verður filmað av studentunum.

Við framkomnari filmstøkni, skirvisligum upptøkum og beinraktum myndum av norskum mýtologiskum verum, standa trøllini fram sum ræðandi ránsdjór og hyggjarin fær eina kenslu av, at hetta eru veruligar hendingar, ið fara fram.

Leikstjórin André Øvredal tulkar eina øðrvísi mynd av trøllum enn ta, sum vit eru von við at síggja í nýmótans barnabókum og filmum, har trøllini verða romantiserað. Hóast hetta, heldur hann fast við frumsagnarmyndina – trøllini fjala seg úti í myrku náttúruni, blíva til stein av dagsljósi o.s.fr. Við einum samanspæli við framkomnari filmstøkni og vøkrum norskum náttúrumyndum, er hetta ein ræðandi, stuttligur og hugtakandi filmur, ið øll skuldu sæð.
 

 

 

Source: Kjartan

Leave a Reply