Kon-Tiki

28. apríl 1947 løgdu 6 mans frá landi, úr Calla í Peru, á einum flaka. Teir seks vóru; norðmenninir Thor Heyerdahl, Herman Watzinger, Knut Haugland, Torstein Raaby, Erik Hesselberg og svenski etnografurin Bengt Danielsson.

Grundin til ferðina var, at Thor Heyerdahl meinti at fyrstu fólkini, sum settu búgv í Polynesia, vóru komin úr eystri, yvir Kyrrahavið úr Suðuramerika. Thor fekk tó ongan stuðul frá vísindafólki, tí teir meintu ikki, at tað var møguligt at sigla úr Peru til Polynesia á teimum flakunum, ið blivu brúktir har tá.

Fyri at prógva at hetta var møguligt, savnaði Thor eina manning, ið skuldi sigla við honum yvir um Kyrrahavið á einum flaka. Flakin bleiv, við hjálp frá lokala fólkinum í Polynesia, bygdur upp á gamlan máta, og við tí tilfarinum, ið bleiv brúkt har tá.

Í 1951 kom ein dokumentarur út um hendingina, og vann hann eina Oskar virðisløn. Eisini eru fleiri smærri sjónvarmssendingar gjørdar um hendingina, úr tilfarinum ið bleiv tikið upp á ferðini.

Filmurin Kon-Tiki, ið kom út í 2012, er um ferðina yvir um Kyrrahav, men kemur eisini í stuttum inn á lívið hjá Thor Heyerdahl.

Filmurin Kon-Tiki, 2012
Fimurin byrjar við einum klippi, har vit síggja Thor Heyerdahl sum barn. Thor leypur ímillum tveir ísflakar á einum vatni, men missur javnvágina og dettur niður í tað ísakalda vatnið. Vinfólkini bjarga honum upp aftur á turt, og pápin biður hann lova sær, at hann ikki skal gera nakað so vandamikið aftur. Thor svarar ikki pápanum. Filmurin loypur fram til vaksna lívið hjá Thor, har hann og konan Liv eru á kanningarferð á oyggini Fati Hiva. Her fortelur ein lokalur maður teimum, at teir trúgva at Tiki, sólarinnar gudur, hevur ført ført fólkið til oynna úr eystri, tí at alt rekur við streyminum úr eystri. Nú loypur filmurin fram til desembur 1946, tá ið Thor er í New York og roynir at finna stuðul. Tað er tó eingin ið vil trúgva honum í New York. Thor møtir Herman Watzinger, ið er verkfrøðingur, og bjóðar sær til at hjálpa Thor við flakanum. Teir báðir fara beina leið til Callao í Peru, har teir finna sær eina manning, og við hjálp frá lokala fólkinum byggja flakan eftir gomlum polynesiskum byggisniði.


28. apríl 1947 leggja teir seks frá landi. Ferðin er mett at vera 8000 km long og at taka 100 dagar. Á ferðini renna teir seg í ymiskar avbjóðingar, eitt nú kemur ódnarveður á teir, teir møta hávum og renna seg í korallriv. Eisini síggja teir ymiskt livandi, sum teir ikki hava sæð áður.

Vit fara ikki at avdúka meiri um filmin her, men viðmæla tykkum at hyggja at annahvørt filminum ella dokumentarinum um Kon-Tiki.

Fakta
Frumframsýning í Noregi: 24.08.2012
Sjangra: Drama
Filmsleikarar: 
     Pål Sverre Hagen
     Odd-Magnus Williamson
     Tobias Santelmann
     Anders Baasmo Christiansen
     Jakob Oftebro
     Gustaf Skarsgård
     Agnes Kittelsen
Leikstjórar: Joachim Rønning og Espen Sandberg
Leikrit: Petter Skavlan
Framleiðarar: Aage Aaberge og Jeremy Thomas
Myndir: Geir Hartly Andreassen
Tónleikur: Trond Bjerknæs
Longd: 1 tími og 58 minuttir
Framleiðsluar: 2012
Framleiðsluforlag: Nordisk Film Production AS  Recorded Picture Company
Útgivið: Nordisk Film Distribusjon AS
Aldursmark: 15 ár

#perlekurser
Source: Malan og Eik

Leave a Reply