Kongens nei

Mikukvøldið 4. oktober var filmssýning á skránni á Voksenåsen. “Kongens nei” er ein norskur spælifilmur – eitt hersetingardrama, sum kom út í 2016. Filmurin byggir á bókina “Kongens nei 10. april 1940” eftir Alf R. Jacobsen, sum var útgivin í 2011. Bókin byggir á veruligar hendingar og fakta, og nakrir av persónunum í søguni eru enn á lívi.

Áðrenn sýningina hevði Jan Erik Holst, fyrrverandi stjóri á Norsk Filminstitutt, fyrilestur um norska filmssøgu. Sambært Jan Eriki kundi hesin filmurin væl verið gjørdur fyri nógvum árum síðani, av tí at tær søguligu rammurnar jú hava verið til staðar í langa tíð.

Eisini greiddi hann frá um aðrar filmar og frásagnir, sum lýstu 2. veraldarbardaga frá øðrum sjónarvinklum enn hesin filmurin.

Ein filmur er ikki einmansverk, men fer ígjøgnum minst tríggjar høvuðsbólkar – framleiðara, rithøvund og leikstjóra, sum so aftur hava aðrar bólkar at samstarva við, tá uppgávan gerst meira ítøkilig.

Filmurin gongur í høvuðsheitum fyri seg í trý samdøgur, í døgunum frá 8.-11. apríl 1940. Vit fylgja í stóran mun norska konginum,  Haakon VII, og hansara familju og tí týska sendimanninum í Oslo, Curt Brauer. Hetta eru trý sera dramatisk døgn, har kongurin noyðist at taka støðu til, um týska hervaldið skal fáa ræðið á Noregi, ella um Noregi skal í kríggj.

Filmurin byrjar við eini lýsing av Haakon kongi. Hann spælir uttanfyri við abbabørnini og verður lýstur sum ein familjukærur maður, sum hevur tøtt familjubond. Sambandið millum kongin og son hansara, Olav krúnprins, verður eisini væl lýst. Kongurin er pragmatiskur og sera tilvitaður um sína uppgávu sum fólkavaldur kongur. Krúnprinsurin er ótolin av lyndi og heldur snarsintur og bráður. Hetta kemur væl fram, tá teir í eini roykipausu kjakast um framtíð Noregs, og hvat er best at gera. Sjálvt um teir eru ósamdir, ber teirra samband brá av virðing og kærleika.

Kongurin gongur ikki kravboðum Týsklands á møti, og Noregi endar tí í kríggi, og nógv ósek menniskju lata lív. Kongur noyðist at flýggja undan týskarunum, sum bumba og skjóta frá hond. Kongafamiljan fær friðskjól í Onglandi og USA, inntil kríggið endar í 1945.

Filmurin lýsir eina týðandi hending í søgu Noregs, sum fekk stóra ávirkan. Um kongurin ikki hevði sagt nei, kann mann spyrja, hvussu søga Noregs hevði sæð út?

#perlekurser

Source: Gunnvør og Birna

Leave a Reply