SKAM, ungdomsspråket och SKAM i undervisningen

Astrid S. Talsethagen og Jorunn Ø. Nyhus, fyrilestrahaldarar

Fyrilestur 4. okt. 2017, á Voksenåsen.

Fyrilestrahaldarar: Astrid Syse Talsethagen og Jorunn Øveland Nyhus, lektarar á Hartvig Nissens videregående skole

Julie Andem, filmsleikstjóri og sjónvarpsframleiðari

Julie Andem, filmsleikstjóri og toymið hennara gjørdu drúgvar kanningar í tvey ár, áðrenn tey framleiddu orginalu ungdómsfilmsrøðina SKAM, ið hevur givið afturljóð og íblástur í øðrum londum. Umráðandi er at samskifta við ung, tá man ætlar at framleiða tilfar til ungdómin. Eins og G. Brandes gjørdi í nýbrotinum ár 1871, setir Julie Andem vandamál á breddan í dag.

Sana umboðar ‘digital natives’, eisini kallað generatión Z. Myndskurður hálvnánd

Filmsleikrøðin er um ungdóm og ætlað ungdómi. Endmálið var, at SKAM skuldi hava fólkaræðisliga luttøku og mentanarligan samleika. Sjóneykan verður sett á vanligu tannáringatrupulleikarnar. Tey ungu kunnu vera sárbar, hava kenslu av at vera uttanfyri og ikki hava funnið sín egna samleika, umframt at stríðast við fordómar. Vit kunnu siga, at SKAM er bygt upp í løgum, har sinnisstøða teirra ungu endurspeglast í søgugongdum og tilburðum persónanna millum í SKAM. Myndskurðurin í leikmyndunum er tí oftast nánd og hálvnánd, hetta tí andlitsbráðini hava týdning.

Endamálið var at vera á røttu pallunum, at tosa teirra mál, fremja interaktión og aktión. Hyggjarin fær møguleika at vera samvirkin og at leita sær serstakt tilfar, eitt nú á NRK.P3. Julie Andem er nýhugsandi, tá hon framleiðir og kringvarpar tilfar. Ungdómstilfar skal takast í álvara. Hon hevur tí hugsað neyvt um aktualitet og trending, og at tað skal vera meiningsfult tilfar, ið yvirraskar og flytur mørk, og samstundis er konstruktivt journalistikt.

Norski filmsleikstjórin vil við fyribrigdinum SKAM vísa á, hvussu tey ungu reika á netinum, har miðlabrúk er ein lívstílur, og har ungdómurin neyvt úrvelur og brúkar miðlar eftir tørvi. Boðskapurin í SKAM er, at vit mugu samskifta og tosa við hvønn annan fyri at loysa trupulleikarnar.

Í høvuðsheitum fylgja vit fimm vinkum, Evu, Nooru, Vilde, Sanu og Kris og vinum teirra. Røðirnar eru fýra í tali, hvør við sínum høvuðspersóni. Soleiðis fáast ymisk sjónarhorn, og er hetta partur av nýskapandi frásagnarstílinum.

SKAM er gott sum undirvísingartilfar bæði í málsligu og bókmentaligu lærugreinunum. Vit kunnu arbeiða við nærlesing av teksti, greining og tulking við hesi beinagrindini:

1. Hvat sært tú?
2. Hvat hoyrir tú?
3. Kennir tú hetta aftur?
4. Hvat heldur tú hetta merkir?
5. Hvar kannst tú søkja vitan um hetta?

Tilvísingar millum SKAM og Romeo + Juliet

Søgugongd og leikmyndir í SKAM kunnu knýtast at filminum Romeo + Juliet. Hetta ger, at vit eisini kunnu arbeiða við millumtekstasambandi.

Í kjaki og kjatti millum tey ungu verður slang brúkt. Hetta kunnu vit sum lærarar lofta við opinleika og síggja hetta í einum konstruktivum ljósi í staðin fyri at vera merkt av fordómum.

Viðkomandi evnini í SKAM kunnu fáa næmingar at taka lut og samstarva, samstundis sum ymsu tøkniligu pallarnir seta krøv til læraran um at vera dagførdur í eini javnbjóðis undirvísingarstøðu.

SKAM er eitt dømi um postmodernismu. Røðin er fragmentarisk (multimedial). Fiktivu persónarnir eru brúkarar á sosialu miðlunum, pallarnir eru kjatt, instagramm og youtube.com.

#perlekurser

Source: Aggi Ásgerð og Julianna