Náttúrulýsingar í norskum filmi
Jan Erik Holst, fyrrverandi stjóri á Norsk Filminstitutt, byrjaði við at greiða okkum frá um náttúrulýsingar í ymsum høpum. Holst nevndi, at náttúruupplivingar kunnu nýtast á mangan hátt. Her nevndi hann, at náttúran millum annað verður nógv nýtt av rithøvundum, málarum, tónaskaldum og yrkjararum. Tað kemur meira enn so fyri, at hugflogið hjá teimum verður kveikt av náttúruni, og blíva teir av henni eggjaðir til at gera síni listarligu verk.
Norskur filmur hevur tey síðstu 20 árini fingið nógv uppmerksemi bæði í Norra og runt um í heiminum. Takkað verið øktari framleiðslu, nýggjum yngri sjónleikarum, privatum íløgum og víðfevndum ríkistiltøkum er umdømið veruliga broytt til tað betra. Norra hevur eina sera flotta og stórbæra náttúru, sum verður nógv nýtt í norskum filmum. Náttúran verður m.a. eisini nýtt til at draga aðrar útlendskar filmsframleiðarar til Norra at gera film. Norðmenn sita sostatt á einum dýrgripi, sum teir ynskja at deila við umheimin.
Holst vísti okkum fleiri filmsbrot frá ymsum norskum filmum. Hetta fyri at vísa okkum, at náttúran spælir ein stóran leiklut í filmunum. T.d. vísti hann okkum eina sølulýsing fyri Audi bilar, har pallsetingin var tann norska náttúran við bláum himli, høgum fjøllum, flottum vøtnum og nógvum trøum.
Eftir fyrilesturin sóu vit filmin “Kongens nei” fyri at fáa betri innlit í norskar filmar og norska søgu. Eisini her sóu vit ta stórfingnu náttúruna, sum í filminum tó var ballað inn í eitt hvítt klæði. Filmurin gekk fyri seg um veturin, og tískil sóu vit ikki tær vøkru, litføgru blómurnar, grøna grasið og tey nógvu trøini, sum eru eyðkend fyri Norra. Harafturímóti sóu vit ein film, har huglagið var myrkt og dapurt, tí filmurin gekk fyri seg undir 2. veraldarbardaga. Tó so, sóu vit somu vøkru náttúruna bara eitt sindur berari enn um summarið.
Hann rundaði av við at tosa um hylkið á filminum. Hann segði, at tað var sera umráðandi fyri søluna av filmunum, at framleiðarin gjørdi sær ómak við framleiðsluni. Og at tað eisini var umráðandi, at tann parturin var serstakliga væl gjøgnumhugsaður. Hylkið skuldi vera heilt serligt og beinrakið fyri hvønn einstakan film, tí tað var tað, sum skuldi selja filmin. Uttan sølu/inntøku – eingin framleiðsla.
#perlekurser