Náttúrunnar sjónleikur

– ummæli av bókini Náttúrunnar børn og dokumentarfilminum Havets sølv

Sildatorva
Jørgen M. Olsen og konan

Eitt av tí fyrsta, sum kom mær til hugs, tá eg læs formæli í bókini Náttúrunnar børn, var ein sang/skemtileikur, eg luttók í seinast í 80´inum. Leikurin kallaðist Sildarok og snúði seg um sildatíðina í 30’unum. Leikurin var upprunaliga íslendskur, men lýsti tó tíð og umstøður í Føroyum eisini – alt á ein sera lættan og skemtiligan hátt. Og júst sum sjónleikurin hevur bókin Náttúrunar børn hjá Jørgen M. Olsen okkurt lætt yvir sær – og einføldu tekningarnar, sum rithøvundurin sjálvur hevur teknað, gera heildarupplivingina enn meira einfalda og lætta at skilja.

Bókin greiðir stig fyri stig frá, hvussu ein sildatorva háttar sær í einum 12 tíma tíðarskeiði eina summarnátt, frá kl. 18 á kvøldi til kl. 6 á morgni. Rithøvundurin hevur eygleitt hesa ferð frá firðunum í Suðuroynni. Hendan eygleiðing er farin fram í einum 30 ára tíðarskeiði frá 1929-1959. Sjálvur kallar hann hetta ein sjónleik, sum ikki er leiktur á vanligum leikpalli við vanligum sjónleikarum, men har ramman er reina og fría náttúran, og sjónleikararnir eru náttúrunnar børn. Umframt at bókin er skrivað á vanligum gerandismáli, er teksturin settur upp í tríggjar teigar við hvør sínum máli; føroyskt, danskt og enskt. Í síni frásøgn setur rithøvundurin ofta spurningar, undrast – og svarar har hann kann, alt ímeðan tekningarnar fylgja tekstinum á ein einfaldan hátt.

Dokumentarfilmurin Havets sølv, sum lívfrøðingurin og filmskaparin Are Pilskog hevur latið gera, lýsir á ein skilagóðan og áhugaverdan hátt seksmánaðar tíðarskeiðið hjá sildini í gýtingartíð. Hon byrjar á vetrartíð, tá sildin mestsum onki hevur etið síðani summarið. Vit fylgja ferðini suður eftir Noregsstrondini, har sildin í uml. 1 mðr. ferðast næstan 1000 km. við tómum maga. Torvan kann verða fleiri km. long, yvir 1 km. breið og 150 m. djúp. Hetta fyribrigdi, sum Are Pilskog kallar størsta/undarligasta náttúrufyribrigdi, vigar uml. 3 ferðir meira enn øll fólkini í Noregi.

Filmurin tekur útgangsstøði í lundastovninum, sum er tengdur av, at havstreymurin førir yngulin fram við fuglabjørgunum. Vit hoyra eisini um sildatíðina í 30’unum og 60’unum, um hvussu lítli vøksturin hevði vanlukkuligar fylgir fyri lundastovnin, sum var minkaði niður í helvt. Eisini verða aðrar hóttanir umrøddar, so sum ymisk hvalasløg og fuglasløg umframt eisini størsta hóttanin; menniskjan. Harumframt umrøður filmurin ymisku forðingarnar, sildin og seinni yngulin hava.

Filmurin, sum er tilnevndur fleiri filmsprísir, er væl gjørdur og góði og til tíðir stórsligni tónleikurin hevur ein týðandi leiklut í heildarupplivingini av filminum. Málið, sum er norskt, er til tíðir ringt at skilja, tó ein fekk heildina við. Tíverri var útgávan eg sá ikki tekstað.

At vera forvitin er neyðugt, um tú ynskir at ogna tær vitan um náttúruna. Ofta kann tað gera tað sama, hvør hevur skrivað, leikstjørnað o.s.fr., tí áhugin er har frammanundan. Tú ert mitt í verðini við fyrsta bríksl, tí innihaldið er tað, sum er áhugavert. Aðrar tíðir er neyðugt at vekja áhuga og harvið gera okkurt, sum selur – sum ger innihaldið vert at geva gætur. Júst tað slapp Are Pilskog rættiliga væl frá, tí filmurin er so mikið væl frágingin. Í eini kanska dagførdari útgávu, hevði bókin hjá Jørgen M. Olsen sloppið eins væl frá tí.

Í dagsins talgildu tíðum, har menniskja og kanska serliga børn hava stóran tørv á at fáa allar sansir nøktaðar, tá talan er um kunning og undirhald, er filmurin  uttan iva meira viðkomandi fyri fleiri – ella meira áhugaverdur og fangar betur, enn bókin ger. Báðar útgávur eru tó tengdar av, at lesari/hyggjari hevur ein ávísan áhuga fyri náttúru og fyribrigdum tess.

Onki at ivast í, at aftanfyri bæði bók og film er talan um eldsálir, sum hvør í sínum lagi brenna fyri hesum gylta, sum rør seg í vatninum og samanumtikið hava báðar útgávur gott og innihaldsríkt virði, sum samanlagdar góvu eina rímiliga fatan av størsta fiskastovni vit hava og ikki minst fatan av lívsleiðum, sum vit øll eru tengd at.

Source: Guri

Leave a Reply