Fiskar á Madeira og í Føroyum

Føroyar, liggur so heppi fyri í norðuratlantshavinum, at vit hava norðurhavið og suðurhavið báðu megin okkum. Hetta skal skiljast, at vit liggja á einum fjallaryggi, sum spennir úr Skotlandi til Íslands. Tað kalda havið norðanfyri okkum og tað heita havið sunnanfyri okkum møtast og blandast við Føroyar. Hetta skapar sera góðan gróðrarbotn fyri okkara ríka plantu og djóralívi kring Føroyar. (Nørrevang s: 32 – 33)

Henda vakra myndin, sum Astrid Andreasen hevur teknað, vísir okkum føðiketuna og ríka lívið í sjónum kring Føroyar. (skannað úr Føroya Náttúru, lívfrøðiligt margfeldi s: 44)

Í bókini “Fiskar undir Føroyum” síggja vit, at tað eru 235 ymisk fiskasløg sædd undir Føroyum. (heystið 2005) Tað er bert ein brotpartur av teimum 28.000 skrásettu fiskasløgunum í heiminum. Støðugt vera nýggj fiskasløg funnin. (Mouritsen s: 7 og 9)

Í gomlum døgum var fiskur tað, sum ein fiskaði, tað vil siga, eitt nú skeljadjór, høgguslokkar, vanligur fiskur og viðhvørt eisini hvalur. Í vísindaligum høpi verður orðið “fiskur” nýtt um beinfiskar og hávar umframt aðrar bólkar av fiski. (Fosaa s: 47-48)

Okkara fiskiríkidømi hevur alt at siga fyri okkum føroyingar. Tað sama kann ikki sigast um madeirabúgvar.

Oyggin Madeira er toppurin á eini 6.000 metra høgum eldgosi. Tí er sera djúpt kring Madeira. At fiska lønandi á so djúpum vatni er sera trupult. Tað vit duga at síggja eru ongi stór fiskiskip, á Madeira, á sama hátt, sum vit kenna her í Føroyum.

Vanligur fiskibátur á Madeira. (Myndin er skannað úr Rejsen rundt i Madeira s: 104)

Tó verður fiskað kring Madeira. Ferðafólk koma langvegis frá fyri at fiska kring oynna. Harumframt eru sokallaðir fiskimenn, sum dríva hesa vinnuna, tað sama, sum vit vildu kallað útróðrarmenn í Føroyum. Tunfiskastimar koma javnan framvið oyggjunum. Tá eru fiskimenninir skjótir at flota bátarnar. Veiðiamboðini hjá fiskimonnunum á Madeira eru sera einføld. Tað, sum verður brúkt mest er tráða og lína. Umframt tunfisk veiða madeiramenn eisini svørðfisk, makrel, sardinur og háv.

Hesin djúphavsfiskurin, espada sær ikki tespiligur út, kolasvartur spískar, hvassar tenn og stór eygu. Hann verður fiskaður við 800 metra langari línu, egnd við høgguslokki. Tað verða veidd umleið 1.500 tons um árið. (Myndin er skannað úr Rejsen rundt i Madeira s: 100-101)

Ein heilt serligur fiskur livir í dýpinum við Madeira, espada, á føroyskum stinglaksur,. Hesin sera løgni fiskur bleiv funnin fyri 150 árum síðani. Fiskurin blívur ein metur til longdar, og vigar umleið 2,5 kg. Hann er kolasvartur við stórum eygum. Fiskurin er kjøtetandi og tí kanna og granska havlívfrøðingar henda fiskin. Man veit heldur ikki, hvussu hann nørist. Hann er bert funnin við Madeira, og á djúpum havið við Japan. Hesin fiskur skal eitast at smakka sera væl. Krabbafiskur livur ikki við Madeira, tí havið er ov djúpt. (Rejsen rundt i Madeira s: 100-105)

Við oyggjarnar Desertas og Selvagens er eitt ríkt martimt lív. Her kunnu síggjast sjófuglar, fiskur, hvalur, kópur og annað. Her kundu vit føroyingar lært nógv av madeirabúgvum. Teir hava millum annað friða 4 økir fyri veiðu, og á hesum økjum er nú eitt ríkt djóralív.(Turen går til Madeira og Porto Santo s: 23)

Størsti munurin millum okkum og madeirabúgvar er, at føroyingar liva av fiskivinnu, men kundu hugsað okkum eina størri ferðavinnu. Meðan madeirubúgvar liva av ferðavinnu, men ikki útflyta fisk sum vit. Ein orsøk til, at teir ikki útflyta fisk, kann vera, at matstovuvinnan á oynni skal borðreiða fyri meiri enn eini hálvari millión av ferðafólki um árið, og samstundis  teimum fleiri enn 250.000 fastbúgvandi madeirabúgvunum.

Leave a Reply