Landafrøði og jarðfrøði um Madeira
Madeira er í dag mest kend sum eitt subtropiskt paradís har vitjandi kunnu njóta tað støðuga góða veðri, og tann sera vakra vøksturin alt árið.
Madeira er ein lítil oyggjabólkur. Bert ein lítil prikkur eins og Føroyar mitt úti í Atlantshavinum.
Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko í Afrika. Hóast tað eru 1.000 km til høvuðsstaðin í Portugal, Lissabon hoyrir Madeira til Portugal eins og Asorurnar, ið liggja 1.300 km vestur úr portugisiski strondini. (Poletikkens visuelle guide, Portugal med Madeira og Acorerne, Kbh. 2002 s: 341Poletikens forlag).
Tá ið vit í dag tosa um Madeira er tað serliga tann stóra oyggin vit hugsa um. Madeira er 57 km long og 22 km breið har hon er breiðast. Madeira er 741 ferkilometrar til støddar. Tað vil siga, at Føroyar eru tvær ferðir størri enn Madeira. Á Madeira búgva umleið 260.000 fólk harav umleið helvtin býr í høvuðsstaðnum Funchal.
Til Madeira oyggjabólkin hoyra eisini aðrar minni oyggjar. Bert á tí eini Porto Santo búgva fólk. Á hinum oyggjunum arbeiða vísindamenn, serliga er tað lívfrøðin, ið hevur teirra áhuga. Allur oyggjaflokkurin Madeira er tilsamans 796 ferkilometrar. (Rejsen rundt i Madeira, Poletikens insight guides, Poletikens Forlag, Kbh. 2000 s:250).
Jarðfrøðingar meina, at Madeira bleiv til fyri 20 milliónum árum síðani. Tøtt gos úr gosfjøllum á havbotninum hava trýst oynna Madeira upp úr Atlantshavrygginum. Fyri 1,7 milliónum árum síðani kólnaðu gosfjøllini, og tey góvust heilt at goysa fyri 400.000 árum síðani. Øll hesi árini síðani, hava veður og vindur skapt jarðarslit ella erusion. Hetta hevur spakuliga skapt tær oyggjar vit nú kenna. Orsøkin til, at vit hava ein gosrygg mitt í Atlantshavinum er tí, at vit hava tektoniskar plátur og tektoniskar rørslur.
Ástøðið um tær tektonisku pláturnar sigur í stuttum, at tilfarið í kápuni melur í ring. Skorpan á jørðini liggur uttan á kápuni, og verður tí flutt av konvektsiónstreymunum í kápuni. Skorpan liggur sum eitt skal uttanum kápuna. Talan er ikki um eitt heilt skal, sum liggur um alla jørðina, men um fleiri petti, sum flyta seg eftir hvørjum øðrum. Hesi petti ella plátur verða róptar tær tektonisku pláturnar. Hesar plátur flyta seg frá, hvørjum øðrum summastaðni, meðan tær renna saman onkra aðrastaðni. Eisini eru plátur, sum flyta seg síðuvegis. Millum hesar plátur hava vit millum annað eldgos og jarðskjálvtar.
Myndin vísir, hvussu konvektión streymarnir arbeiða í kápuni, og fáa pláturnar at flyta seg. Kelda: Náttúra og umhvørvi
Tá ið pláturnar flyta seg frá hvørjari aðrari, kemur ein stór riva í. Úr hesi rivuni sprænir lava upp úr kápuni, sum hevur við sær, at rivan ella holið tettist aftur. Á hesum støðum verður nýtt lendið til, ella her verður bygt upp. Tað er soleiðis at Madeira er blivið til.
Plássini, har sum pláturnar flyta seg frá hvørjari aðrari, eru at kalla øll í havinum. Á havbotninum eru nakrir ryggir. Á hesum ryggjunum flyta pláturnar seg sum sagt frá hvørjum øðrum. Eitt dømið um hettar síggja vit á Miðatlantsrygginum. Av tí, at pláturnar flyta seg frá hvørjum øðrum her, hevur tað við sær, at Atlanshavið veksur eini 3-4 cm um árið. Hetta hevur eisini gjørt at Madeira hevur flutt seg burtur frá sjálvum gosrygginum.
Madeira oyggjabólkurin eru fjallatopparnir av tí stóra Miðatlantsrygginum á havbotninum.
Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Ber oyðimarkar líknandi økir eru eisini. Tá ið ein stendur á einum sovorðnum staði, skuldi ein trú at man stóð á Mars. Her kann ein næstan merkja, hvussu jørðin bleiv til. (Rejsen rundt i Madeira, Poletikens insight guides, Poletikens Forlag, Kbh. 2000 s:70).
Á Madeira er ferðavinnan høvuðsvinnan. Ferðavinnan er gomul á Madeira, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charter flúgvingin byrjaði mitt í 60 innum. Tað koma yvir ein hálv millión ferðafólk til Madeira um árið. Eisini útflytur Madeira vín, blómur, bananir, ymsa kurva flætting og hond seymaðar vørur. Tað, sum kann undra ein føroying er at teirra fiskivinna er bert til egna nýtslu. Millum annað er lønarlagið, livifóturin og kostnaðarstøðið størri enn á portugisiska meginlandinum.
Politiska støðan er næstan sum okkara. Madeira hevur sjálvstýrið. Teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í Lissabon. Tann portugisiska stjórnin hevur ein umboðsmann á Madeira, á sama hátt sum vit hava ríkisumboðsmann. Madeirabúgvar senda 5 umboð til tjóðartingið í Portugal á sama hátt sum vit í Føroyum senda tveir tingmenn niður á fólkatingið.
Tað fyrsta vit vita um Madeira er, at oyggjarnar eru nevndar í einum sjókorti frá Genova í Firenze í Italiu. Hetta kortið er frá 1351. Annars siga sagnir, at bæði fønikarnir, kartagarir og rómarnir kendi oyggjarnar um ár 0.
Í 1400 árunum gjørdist Portugal ein av fremstu siglandi tjóðum. Men tað var av tilvild, at portugisarnir, sum kannaðu vestursíðuna av Afrika endaðu á Madeira. Hetta komst av tí, at teir vóru farnir av kós og sostatt viltust til oynna. Árini eftir kanna portugisar oyggjarnar nærri, og í 1420 gera portugisar krav uppá oyggjabólkin Madeira. (Rejsen rundt i Madeira, Poletikens insight guides, Poletikens Forlag, Kbh. 2000 s:18).
Um ein hevur hug at lesa meira um plátutektonikk, finnst meira á hesi slóðini-
http://ansatte.uit.no/kku000/webgeology/webgeology_files/norwegian/platetektonikk.html
Pingback: Fiskar á Madeira og í Føroyum | Atlantsoyggjar