Skordýr her heima og í Madeira
Skordýr er tann størsti djóra hópur sum er til. Hesin hópur av lítlum verum, fyllur heili 80 % av øllum livandi skepnum á jørðini. Umleið 1 millión sløg av skordýrum eru blivin skrásett í dag, og støðugt fleiri vera funnin, bæði í teimum heitu londunum og í okkara norðurlondum. Hildið er, at millum 2 – 30 milliónir av skordýrum eru ikki blivin skrásett enn.
Nógv meta, at hesi lítlu kykt eru til stóran ampa, tá ið tey vera funnin í krókum í stovum, kjallarum ella hvar tað skal vera. Hvør hevur ikki uppliva seg sjálvan ella onnur, gera eitt stórt ýl, tá ið ein eiturkoppur fer skundandi eftir gólvinum. Ella verið á flugu veiðu um miðja nátt, tí ein teirra stjelur svøvnin frá einum. Men hesir skapningar kunna eisini vera okkum til stóra nyttu. Taka vit eiturkoppar fyrst, tó um teir ikki eru skordýr, eins og nevnt vil vera seinni, so eru hesir raskir at fanga tær flákrandi flugurnar, ið sveima fyri oyrunum á okkum. Flugurnar eru raskar til at føra blómusáð frá eini blómu til aðra, og soleiðis víðka um okkara gróðurlendi. Hyggja vit longur burtur, eru til fleiri ið eiga stórar markir við býflugum, sum teir nýta til framleiðslu av bæði hunang og voks. Onnur nýta silki ormverur, til at spinna tað fína silki, ið vit nýta til vøkur pløgg.
Av hesum 80 % av skordýrum ið dekka alla jørðina, liva yvir 1.000 sløg av teimum her í Føroyum. Talið veksur fyri hvørt ár, tí fleiri og fleiri sløg vera funnin. Her er talan um skordýr, sum upprunaliga hoyra til landið, men eisini um skordýr, sum á ein og annan hátt vera flutt inn í landið.
Í Madeira fylla skordýrini umleið 75% av øllum kendum djóra hópum. Av teimum eru 3000 sløg kend. Tær geografisku umstøðurnar eins og tey enn ókendu støðini ið eru at finna í Madeira, hava stuðla undir, at skordýr eru meira ymisk, bæði til støddar og útlit, og bundin til ávís økir. Eitt serligt eyðkenni er, at nøkur skordýr gjøgnum menning, hava fingið minni ella als ongar veingir. Her er talan um klukkur, á latíni coleopterous.
Mett verður, at umleið 20 % av øllum teimum skordýrunum ið eru at finna á Madeira, eru staðarbundin. Tey skordýr ið eru mest skiftandi í útlitið, eru klukkurnar. Umleið 800 sløg av klukkum eru skrásett í Madeira. Haraftur ímóti eru umleið 500 sløg av æðraveingjum at finna í Madeira, sum t.d. vespur og meyrur. Av skrásettum flugum og moyggjabitum eru umleið 400 sløg, av plantu lúsum 300 sløg, og summarfuglum og húsvættið eru skrásett umleið 319 sløg.
Skordýr eru liðdjór, á latíni Arthropoda. Eins og nevnt omanfyri, hava tey yvirluta yvir øllum øðrum djóra sløgum. Innan vistskipanina á landi og vatni, spæla tey ein avgerandi leiklut, sum ikki kann ovmetast. Skordýrini kunna vera plantuátin, rovdjór, snultarir og matur fyri onnur djór o.a. Innan liðdjór finnast fleiri flokkar. Talan er um Skordýr, sum vera nærri greind seinni í tekstinum, Krabbadýr, Myriapoda og Spunarar. Eitt fast eyðkenni uppá skordýr er, at hesi hava seks bein. Spunarar, tað vil siga m.a. eiturkoppar, hava átta bein. Tí vera hesi ikki tald til at vera skordýr.
Skordýr hava beinagrindina uttan á kroppinum, og innan í kroppinum er ikki æðrar og blóð, eins og hjá øðrum djórum, men í staðin er tað eitt opið rúm og ein væta ið ber heitið haemocoel. Sjálvur kroppurin er býttur sundur í trý lið, høvd, miðkropp og bakkropp. Dýrini hava fýra veingir og ein og omanfyri nevnt, seks bein. Hetta kann tó vera trupult at síggja á nøkrum skordýrum, eitt nú er svert at síggja veingir á nøkrum klukkum.
Skordýr mennast í stigum, sum ger tað at verkum, at hesi síggja sera ymiskt út gjøgnum tíð. Nøkur fara frá eggi til ormveru, til reivveru til vaksna lívveru. Onnur fara frá eggi og víðari ígjøgnum ymisk stig av búnað, tó sum óbúgvin vera, inntil tað at enda verður ein vaksin lívvera (myndirnar eru frá heimasíðuni FaroeNature,net. hjá Janus Hansen. Myndirnar eru tiknar úr einum lykli, ið er nýttur til greining av skordýrum)
Millum skordýrini finnast fleiri sløg. Hvørt slag hoyrir til einhvønn hóp, sum aftur hoyra til ein ella annan flokk. Eg vil nú í stuttum geva eitt yvirlit yvir teir hópar av skordýrum, sum eru at finna í Føroyum. Ikki øll teirra hava fingið føroysk heitið, og tí vil eg lýsa tey við teirra latínska heitið. Á hendan hátt ber til at sláa tað latínska heitið upp á alnótini, og soleiðis fáa atgongd til ymiskar myndir av umrødda skordýri.
Tíverri hevur tað verið torført at funnið yvirlit yvir tey skordýr, sum eru at finna í Madeira í løtuni, men vónandi vil tað eydnast í nærmastu framtíð.
Skordýra hóparnir ið eru at finna í Føroyum eru:
Collembola, á føroyskum Hoppstertur. Umleið 85 sløg av hoppstertum eru skrásett í Føroyum. M.a. Friesea truncata, Folsomia norvegica, Parisotoma agrelli og Isotomurus fucicolus.
Archaeognatha, onki føroyskt heitið. Talan er um eitt skordýr uttan veingir, ið mett er, at hevur verið ígjøgnum minst broyting frá fyrstani tíð. Samla eru skrásett umleið 350 innan hetta slagið víða um í heiminum, og er tað at finna í flestum fjørðum, har tað m.a. etur algur, mosa og annað lívrunnið tilfarið ið er við at rotna.
Thysanura, eisini kent í Føroyum sum Silvurfiskur, sum er tað einasta slag innan hendan hóp, sum vit hava her á klettunum. Hetta djórið er sera vanligt í flestum húsum. At tað ber heitið silvurfiskur, kemur møguliga av, at tað tá ið tað rennur, bendir kroppin eins og ein fiskur, at tað er silvurlitt, og hevur roðslu líknandi skapið uttan.
Dermaptera, sum vit kenna sum Tvísterta. Einans eitt slag er at finna í Føroyum, nevnd Forficula auricularia, sum væntandi fleiri húsfólk kunna gleðast um. Umleið 1.800 sløg av tvístertum eru at finna víða um í heiminum. Tó um mong taka tvístertur til at vera eitt skaðadjór av einum og hvørjum slag, so verður sagt, at onki bendir á, at hetta ger skaða á menniskju.
Orthoptera, eisini nevnt Beinveingir, men mest kend sum grashoppa. Hendan hevur verið sædd í Føroyum, men bert heilt fáar.
Blattaria, á føroyskum, Kakkulakkar. Her er ikki talan um teir stóru ræðuligu kakkulakkarnar, sum flest kenna frá ferðum uttanlanda ella úr filmum. Umleið 4.000 sløg eru at finna víða um í heiminum, harav 6 sløg eru í Noreg. Støddin kann vera frá 1 cm til 10 cm. Hvussu nógv sløg eru funnin í Føroyum, verður ikki sagt, men talan er um tey heilt smáu sløgini.
Psocoptera, eisini kent sum Dustlýs. Talan erum eitt sera lítið slag av skordýrum, sum livur næstan eins og sníkur, og kann virka sum skaðadjór. Tað livur ikki av dustið, men hevur fingið heitið, tí at tað etur lívrunnið tilfar, og letur eftir seg eitt slag av dustið, har tað hevur verið. Nøkur sløg innan hendan hóp eru at finna í flestum húsum, kjallarum ella í støðum, har tað hevur funnið sær skjól í onkrum støvið.
Phitiraptera, eisini kent sum Lýs. Her er talan um ein hóp ið livir av nógvum ymiskum føðsluevnum. Nøkur av hesum sløgum eru at finna á plantum, algum, soppum o.fl., meðan onnur sløg eru sníkur, og liva av vætu úr kroppum ella eta av einum vertsdjóri.
Thysanoptera, onki føroyskt heitið. Hetta eru heilt lítil skordýr, sum liva av plantum. Tey hava veingir, og eru umleið 1-2 mm til støddar. Á donskum eru tey kend sum gnavpander, tordenfluer, frynsevinger ella nittinger. Tað er sera ringt at síggja við tí bera eyganum, men eru at finna í tí opnu natúruni, í gørðum og øðrum gróður settum støðum. Liva frá apríl til september. Nøkur sløg kunna sleppa inn í hús, og geva skriða, har tey sleppa at húð.
Hemiptera, á føroyskum Tekur. Umleið 85.000 sløg eru skrásett runt í heimum, harav 1.320 sløg eru skrásett í Noreg. Enn er ikki sagt, hvussu nógv eru skrásett í Føroyum.
Hymenoptera, kend sum Æðraveingir á føroyskum. Innan hendan hópin kenna vit serliga tær stóru gulu og svørtu vespurnar. Slagið eitur upprunaliga Vespula vulgaris, og leiv hon flutt inn í landið í 90’unum. Yvir 150 sløg av vespum eru skrásett í Føroyum, harav eru flestar lítið sjónligar. Nakrar eru minni enn 1 mm til støddar sum fullvaksnar. Av teimum sum fólk ræðast, er bert talan um tað eina slagið, nevnt omanfyri.
Coleoptera, á føroyskum, Klukkur. 180 sløg av klukkum eru skrásett í Føroyum, og tann ið er mest kend innan hesi sløg, eru svartaklukkur, fýrur og fuktadýr.
Neuroptera, eisini nevnd Netveingir. Fýra sløg eru skrásett í Føroyum, og ein teirra er Chrysopa carnea, ið er lætt at kenna við tí eyðkenda grøna litinum.
Siphonaptera, kend á okkara leiðum sum Loppur. Hesar eru sera lítlar, millum 1-6 mm. Tær hava ongar veingir, men sterk afturbein, sum gera tey føran fyri at hoppa sera langt, í mun til stødd.
Diptera, eisini nevnd Tvíveingir. Hesin hópur inniheldur allar tær vanligu flugurnar ið eru at finna innandura, til moyggjabitar og grindalokkar. Allar hesar flugurnar hava einans eitt par av veingjum, harav navnið. Tær eru frá 2-50 mm til støddar. Í heiminum eru skrásett umleið 130.000 sløg. Tær mest vanligu flugurnar eru Skinflugur(Calliphoridae), Blómuflugur(Syrphidae) og Køstaflugur(Scatophagidae).
Trichoptera, Várflugur á føroyskum. Í summum støðum vera tær nevndar heygsmenn. Tær minna mest um firvaldar, men munurin er m.a. at veingirnir ikki eru flatir yvir ryggin, men standa á skrá, sum ein tekja. Bert 15 sløg eru skrásett í Føroyum.
Lepidopetera, á føroyskum Firvaldur. Í hesum hópi finnast 180.000 sløg, sum eru skrásett í heiminum. Í hesum hópi finnast húsvætti og summarfuglar. Summarfuglar eru, eins og flest vita, sera litfagrir og flúgva um dagin. Húsvætti eru hinvegin meira litleysir og flúgva um náttina.
Alnótin:
http://www.denstoredanske.dk/Natur_og_milj%C3%B8/Zoologi/Leddyr,_generelt/leddyr
http://www.faroenature.net/skordyr.html
http://www.faroenature.net/images/stories/files/Skordyr%20utg_0_6.pdf
http://www.faroenature.net/images/stories/files/Skordyr%20utg_0_6.pdf
http://www.denstoredanske.dk/Natur_og_milj%C3%B8/Zoologi/Leddyr,_generelt/insekter