Á Madeira skínur sólin 5 tímar longur enn í Føroyum – hvønn dag!
Ikki óvæntað so skínur sólin ikki so leingi í Føroyum sum í Madeira – í miðal er tímatalið við sólskini útvið 5 tímar longur hvønn einasta dag, uttan mun til árstíð. Tað sum eisini sæst, er at talið av sóltímum í juli mánaði lækkar í Føroyum heldur enn at hækka sum í Madeira. Hetta hevur helst samband við at í Madeira regnar vanliga als ikki í juli mánaði (sí grafar um regn), meðan tað í Føroyum sum kunnugt ofta er mjørki í juli.