Heitari í Madeira, men sama hitamynstur í báðum oyggjabólkum

Tó at tað er heitari í Madeira enn í Føroyum, so er veðurlagið á Madeira merkt av havinum, og harvið er hitalagið rættiliga støðugt, eins og tað eisini er í Føroyum.

Munandi heitari er á Madeira, har er hitin um dagin í miðal 22°C, meðan miðalhitin í Føroyum ikki røkkur upp á 9°C. Avvikini eru í báðum førum smá, heitasta mánaðin er miðalhitin 26°C á Madeira, og kaldasti mánaðin er miðalhitin 19°C, so tað broytist bert 3-4°C. Júst sama mynstur sæst í Føroyum, har heitasti mánaðurin er næstan 13°, og kaldasta mánaðin gongur miðalhitin niður ímóti teimum 5 stigunum. Hesi tøl eru í mun til hitan um dagin.

Sama mynstur gongur aftur aftur í hitanum um náttina. Tað er munandi heitari í Madeira, har náttarhitin í miðal liggur frá 13°C kaldasta mánaðin til 19°C tann heitasta mánaðin. Í Føroyum er miðalhitin kaldasta mánaðin næstan niðri á 1°C, meðan hann heitasta mánaðin er góðar 8°C.

Hitamunurin á degi og nátt er størri í Madeira enn í Føroyum. Hjá okkum verður tað vanliga í miðal eini 4°C kaldari um náttina, meðan tað í Madeira eru eini 6 hitastig á muni. Men fyri tað verður tað ikki líka kalt sum í Føroyum.

Leave a Reply