Hvussu gamal verður seyður?

Heimsins elsti seyður er júst deyður. Hon búleikaðist á oynni Lewis í Hebridunum, nú hon datt oman og doyði. Hebridur, ella Suðuroyggjar, eru oyggjar úti í Atlantshavi, og er seyðahald eisini har ein týðandi vinnuvegur.

Miðalaldurin hjá føroyskum áseyði man vera væl undir 10 ár, og sjáldan man nøkur ær sleppa at liva, til hon doyr av elli, tó at tær kunnu farast av sjúku og vanlukku. Og sjáldan munnu ær gerast eldri enn eini 12 ár.

Heimsins elsti seyður gjørdist 28 ár og 11 vikur, og var talan um eina ær úr Wales, sum hevði fingið 40 lomb tá hon doyði í 1989.

Ærin sum doyði nú, hevði fingið navnið Methuselina. Hon gjørdist 25 ár og 11 mánaðir, og hevði ikki mist tenninar. Hildið verður, at tenninar vóru orsøkin til at hon var væl fyri, hóast hon var vorðin sera gomul.

Sí grein á BBC.

Leave a Reply