Lundar eru sjáldsamir á Madeira

Ein útstappaður lundi frá sekstiárunum, ið Niels á Botni stappaði út, framman fyri korti av Madeira.

Sambært Avibase – Bird Checklists of the World eru lundar heilt vanligir í Føroyum, men sjáldsamir í Madeira, tó at teir koma fyri viðhvørt.

Hetta svarar væl saman við fuglalistanum, ið er gjørdur fyri Føroyar, har tað eisini sæst at vit hava 2 sløg av lunda, tað eina slagið, Fratercula arctica artica sæst regluliga, meðan tað vanliga slagið hjá okkum er Fratercula arctica grabae. Yvir hálv millión av hesum seinna slaginum verður mett at búleikast í Føroyum.

Hóast hetta stóra tal, so verður lundastovnurin í Føroyum mettur at verða í eitt sindur av vanda, vegna ránsdjór, órógv og veiðu.

Lundar verða bólkaðir undir svartfugl, og  av hesum eru eisini lomvigi, álka og teisti mettir at verða hóttir ella eitt sindur hóttir her í Føroyum.

Bert tvey sløg av svartfugli eru skrásett í Madeira, og tey eru fulkubbi og lundi, og bæði eru sjáldsom.

Í Føroyum eru 6 sløg av svartfugli: Fulkubbi, íslandslomvigi, lomvigi, álka, teisti og lundi.

One Response to Lundar eru sjáldsamir á Madeira

  1. Pingback: Lundalandið í Mykinesi – fyrr og nú | Námsstovan

Leave a Reply