Regnar oftari í Føroyum, men tá tað regnar á Madeira, regnar meir

Tað regnar illa í flestu oyggjabólkum í mun til inni á meginlandinum, og hartil rættiliga javnt alt árið. Hóast hetta, so er stórur munur á at tað regnar meira javnt og nógv  í Føroyum. Í Madeira regnar í miðal 5 dagar um mánaðin, meðan tað í Føroyum regnar í miðal 17 dagar um mánaðin, ella meira enn 3 ferðir so ofta. Í báðum oyggjabólkunum er tað so, at tað regnar sjáldnari um summarið enn um veturin.

Eitt er at tað regnar ofta, men tað nýtist ikki at merkja, at tað er so nógv væta sum kemur niður hvønn dag. Grafurin niðanfyri vísir tó, at í Føroyum kemur dupult so nógv regn niður sum í Madeira – meðan tað í miðal hvønn mánaða regna 53 mm av vætu í Madeira, so koma niður 107 mm í Føroyum – og eins og við regndøgunum, so kemur minsta nøgdin niður á sumri.

Sum nevnt so regnar tað 3 ferðir so ofta í Føroyum sum í Madeira, men regnnøgdin er bert dupult so stór. Hetta merkir, at tá tað regnar í Madeira, so regnar munandi meira. Grafurin niðanfyri vísir, at tá tað regnar í Madeira, koma í miðal einir 10 mm niður, meðan tað í Føroyum koma einir 7 mm í miðal hvønn regndag. Í Føroyum er lítil og eingin munur á hvussu nógv kemur niður hvønn regndag á vetri og sumri, men í Madeira er tað serliga í oktobur, novembur og januar at nógv kemru niður regndagarnir.

One Response to Regnar oftari í Føroyum, men tá tað regnar á Madeira, regnar meir

  1. Pingback: Á Madeira skínur sólin 5 tímar longur enn í Føroyum – hvønn dag! | Atlantsoyggjar

Leave a Reply