Handverk

Madeira kent fyri síni baldýring, meðan Føroyar helst eru meira kendar fyri sínar bundnavørur.

Tað var serliga í 1800 talinum at Madeira fór at útflyta baldýraðar vørur, og um sama mundið guldu føroyingar fyri handilsvøru við m.a. bundnavørum.

Í dag er sita eru fyritøkur í Madeira, ið standa fyri søluni av baldýraðum vørum, ið kvinnur sita heima og baldýra, eins og t.d. Guðrun og Guðrun í Føroyum, sum hava bindikonur bæði í Føroyum og í Jordan sum í hond binda troyggjur og annað eftir avtalaðum sniði.

Í Madeira er eisini eitt savn við baldýraðum lutum. Eitt sera gott yvirlit yvir baldýring, bæði søguliga, men eisini handverksliga fæst á heimasíðuni Bordardo Madeira, har eisini er eitt yvirlit yvir fyritøkur við baldýraðum vørum.

One Response to Handverk

  1. Pingback: Føroyar og Madeira | Atlantsoyggjar

Leave a Reply