Trolljegeren
Ummæli: Norski filmurin “Trolljegeren” letur sum um hann er ein álvarsamur dokumentarur, men hetta er bert fyri at speireka sítt umrøðuevni. Skirvisligu upptøkurnar og yvirnatúrliga huglagið minna ikki sørt um aðrar mokumentarar, so sum “The blair witch project” og “Cloverfield”. Í einum norskum bygdarlagi verða fleiri bjarnir funnar deyðar, og hyggjarin upplivir filmin gjøgnum myndatólið […]
Øðrvísi land
Vit sótu øll so fitt og bíðaðu til Sylfest Lomheim, professari í máli, skuldi byrja sín fyrilestur, men har var ein trupulleiki; okkara vegleiðarar og lærarar vóru ov seinar, so hann byrjaði bara uttan tær. Ein eitt sindur annarleiðis byrjan uppá ein øðrvísi fyrilestur, hjá einum manni, ið møguliga ikki tóktist, sum fólk flest. Skil […]
Rithøvundamøti: Mette Karlsvik
“Naturens betydning i et forfatterskap” var heitið á fyrilestri hjá Mette Karlsvik, sum bæði er rithøvundur, ritstjóri og journalistur. Økokritikkur er á breddanum á hesum skeiðnum, men hvat er økokritikkur? Í stuttum er tað eitt háttalag, ið verður brúkt at greina og tulka bókmentir. Í økokritikki verður hugt eftir, hvussu náttúran verður lýst. Lesarin tekur […]
Norsk fólkaævintýr
Einaferð vóru tað tríggir brøður sum skuldu útvega pening. Elsti bróðurin, Per, var fyrstur út í skógina og skuldi høgga trø til at selja, men trøllið kom og vildi drepa hann, um hann høgdi úr skógini. Bangin misti Per øksina og rann ræddur heim. Næstur var miðlingurin, Poul, sum kom út fyri tí sama. Poul […]
Fordómar um HINI
Vit byrjaðu dagin við at vitja Interkulturelt Museum (IKM). IKM varpar ljós á tilflytarar í nýggjari tíð (tvs. frá 1960’unum). Saman við øllum teimum aktivitetum og listaframsýningum, ið eru í bygninginum, hevur bygningurin sjálvur sína egnu søgu at fortelja. Undir krígnum búðu týskarar í bygninginum og seinni hevur bygningurin verið nýttur sum ein politistøð. Í […]
Økokritiskt eyga á mentan og náttúru
Lesandi frá Námsvísindadeildini eru í hesum døgum á skeiðsdeplinum Voksenåsen beint uttan fyri Oslo á einum skeiði, sum leggur dent á burðardygd og náttúru við einum økokritiskum eyga á mentanina. Skeiðið verður hildið í samstarvi við “De nordiska pärlorna”, “Nordisk sprogkoordination” och “Svensk-norska samarbetsfonden”. Í ár verður á fyrsta sinni gjørd ein roynd við tvørfakligum […]