Home » Archives by category » Madeira (Page 2)

Fiskar á Madeira og í Føroyum

Fiskar á Madeira og í Føroyum

Føroyar, liggur so heppi fyri í norðuratlantshavinum, at vit hava norðurhavið og suðurhavið báðu megin okkum. Hetta skal skiljast, at vit liggja á einum fjallaryggi, sum spennir úr Skotlandi til Íslands. Tað kalda havið norðanfyri okkum og tað heita havið sunnanfyri okkum møtast og blandast við Føroyar. Hetta skapar sera góðan gróðrarbotn fyri okkara ríka […]

Landafrøði og jarðfrøði um Madeira

Landafrøði og jarðfrøði um Madeira

Madeira er í dag mest kend sum eitt subtropiskt paradís har vitjandi kunnu njóta  tað støðuga góða veðri, og tann sera vakra vøksturin alt árið. Madeira er ein lítil oyggjabólkur. Bert ein lítil prikkur eins og Føroyar mitt úti í Atlantshavinum. Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko í Afrika. Hóast tað eru 1.000 km til […]

Veðrið á Madeira

Veðrið á Madeira

Madeira hevur eitt subtropisk veðurlag, sum minnir nógv um veðurlagið á teimum Kanarisku Oyggjunum. Av tí at Madeira liggur í Atlantshavinum uttanfyri Marokko ger, at tað ikki er so stórur munur á teimum høgu hitastigunum, sum eru um summari og teimum lægstu hitastigunum, sum eru um veturin, tí er tað eitt milt og gott veðurlag […]

Veðrið í Føroyum

Veðrið í Føroyum

Í Føroyum kunnu vit skjótt blíva samd um, at veðrið er sera skiftandi. Tað einu løtuna kunnu vit hava sól og regn, logn og storm hvørt um annað. Tí mugu vit, sum búgva í Føroyum altíð klæða okkum í og laga okkum eftir veðrinum. Veðrið er ógvuliga óstøðugt, av tí at Føroyar liggja í norðuratlantiska […]

Sumt, men ikki alt, er bíligari á Madeira

Sumt, men ikki alt, er bíligari á Madeira

Føroyar og Madeira hava nøkulunda sama trupulleika við at liggja fjarskotnar, og tí kundi hugsast at innfluttar vørur eru dýrari í Madeira enn á meginlandinum. Vit hava kannað prísirnar fyri at fáa sær ein bita á kaffistovu í báðum oyggjabólkunum:

Tøl og fakta um Føroyar og Madeira

Tøl og fakta um Føroyar og Madeira

Føroyar og Madeira líkjast nógv á summum økjum, og eru sera ólík á øðrum økjum. Til dømis kann nevnast, at Føroyar eru munandi størri í vídd enn Madeira, men í Madeira búgva næstan 6 ferðir so nógv fólk – og tey búgva meira savnað, á 2 oyggjum, ístaðin fyri vit, sum eru spjadd á 17 […]

Á Madeira skínur sólin 5 tímar longur enn í Føroyum – hvønn dag!

Á Madeira skínur sólin 5 tímar longur enn í Føroyum – hvønn dag!

Ikki óvæntað so skínur sólin ikki so leingi í Føroyum sum í Madeira – í miðal er tímatalið við sólskini útvið 5 tímar longur hvønn einasta dag, uttan mun til árstíð. Tað sum eisini sæst, er at talið av sóltímum í juli mánaði lækkar í Føroyum heldur enn at hækka sum í Madeira. Hetta hevur […]

Handverk

Handverk

Madeira kent fyri síni baldýring, meðan Føroyar helst eru meira kendar fyri sínar bundnavørur. Tað var serliga í 1800 talinum at Madeira fór at útflyta baldýraðar vørur, og um sama mundið guldu føroyingar fyri handilsvøru við m.a. bundnavørum. Í dag er sita eru fyritøkur í Madeira, ið standa fyri søluni av baldýraðum vørum, ið kvinnur […]

Lundar eru sjáldsamir á Madeira

Lundar eru sjáldsamir á Madeira

Sambært Avibase – Bird Checklists of the World eru lundar heilt vanligir í Føroyum, men sjáldsamir í Madeira, tó at teir koma fyri viðhvørt. Hetta svarar væl saman við fuglalistanum, ið er gjørdur fyri Føroyar, har tað eisini sæst at vit hava 2 sløg av lunda, tað eina slagið, Fratercula arctica artica sæst regluliga, meðan […]

Regnar oftari í Føroyum, men tá tað regnar á Madeira, regnar meir

Regnar oftari í Føroyum, men tá tað regnar á Madeira, regnar meir

Tað regnar illa í flestu oyggjabólkum í mun til inni á meginlandinum, og hartil rættiliga javnt alt árið. Hóast hetta, so er stórur munur á at tað regnar meira javnt og nógv  í Føroyum. Í Madeira regnar í miðal 5 dagar um mánaðin, meðan tað í Føroyum regnar í miðal 17 dagar um mánaðin, ella […]

Page 2 of 3123